info
Ongi úrslit

Løgreglan hevur havt fult hús av fullum fólki í nátt

Tveir mans eru skuldsettir fyri harðskap og verða helst vístir av landinum

Áki Bertholdsen
26. mars 2023 kl. 09:02

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt av fullum fólki. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey verið noyddir til at taka allar fýra brummurnar á løgreglustøðini, í brúk til full fólk, sum tey hava verið noydd at taka við sær á støðina

– Vit hava havt fýra fólk liggjandi á støðini í nátt, sigur løgreglan.

Allir fýra menninir eru útlendingar, sum vóru komnir til Føroya at arbeiða.

Ein av teimum er sleptur út aftur. Tað var ein maður, sum varð handikin, tí hann var so ólátaður í einum handli í Havn gjárkvøldið.

Hann fær 3000 krónur í bót fyri at hava brotið skilhaldsreglurnar, eitt nú at hann gjørdi mótstøðu tá ið hann skuldi handtakast. Men hann verður eisini skuldsettur fyri at hann noktaði at siga løgregluni hvør hann var.

Í tí eina førinum var talan um ein mann, sum var blivin so dýrandi fullur á einum skeinkistaði í Havn, at tey ringdu at fáa løgregluna at hjálpa teimum at fáa hann út.

Løgreglan mátti taka hann við sær og hann varð lagdur í brummuna at sova rúsin av sær. Løgreglan sigur, at hann var ikki serliga fullur tá ið hann fór inn á skeinkistaði, men upp á eina lítla løtu hevði hann drukkið seg dýrandi fullan.

Skeinkistøð hava ikki loyvi at skeinkja fyri fullum fólki so løgreglan sigur, at loyvisnevndin fær boð um hendingina. Skeinkistaðið kann fáa bót, samstundis sum viðmerkingin verður standandi og tikin við í viðgerðini tá ið skeinkiloyvi skal endurnýggjast.

Eru fleiri slíkar viðmerkingar um sama skeinkistað, kann skeinkiloyvi vera í vanda.

Hinir báðir útlendingarnir eru skuldsettir fyri harðskap ímóti einum vaktarfólki á einum skeinkistaði í Havn. Teir vórðu handtiknir eftir hendingina. Teir skuldu av landinum við flogfari í morgun, men tað sleppa teir sostatt ikki tí revsimálið ímóti teimum skal avgreiðast, áðrenn teir sleppa nakran veg.

Løgreglan sigur, at nú verður eitt sakarmál snikkað saman ímóti teimum og so skulu teir í rættin sum skjótast. Verða teir dømdir sekir, verða teir helst eisini útvístir úr Føroyum í nøkur ár.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

22 minuttir síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin tapti fyri Veszprem

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: H71-Kyndil 34-28 (16-16)

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann grannauppgerðina - EB vann á StÍF

57 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar brenna olju – vinnan vil framleiða sjálv

1 tími síðan
Tíðindi

Ovara endaspælið: KÍ hevur nú tríggjar FM-matchbóltar

1 tími síðan
Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Uttan Geza tapti Grimsby Town fyrsta dystin í kappingini

4 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå tapti á útivølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Svikarar royna aftur at tøma føroyskar bankakontur

4 tímar síðan