Stanley og Rudolf samrøða

Eftir vælvitjaðu legendkvøldini við Sofus Hansen og Fríðbjørg Jensen í ávikavist januar og februar, verður hildið fram við triðju "legendu"  tann 3.apríl!
Hesaferð verður høvið at hoyra Stanley Samuelsen í samrøðu við Rudolf Joensen, og sjálvandi spælir Stanley egin løg, løg frá yngri árum saman við húsorkestrinum.

 

 

Stanley er yngstur av 12 systkum. Hóast henda stóra barnaflokk, er hann vaksin upp sum einabarn. Tónleikurin í skúlanum var tann eini sangtímin um vikuna hjá Herluf Berthelsen. Sungið varð fyri tað mesta úr Føroya Fólks Songbók, og skuldi tað vísa seg, at henda innførsla í føroyska sangskattin kom væl við seinni.

 


 

Í 1963 koma tveir beiggjar úr Grønlandi við einum gittara, sum teir hava keypt frá einum norðmanni. Við gittarinum fylgdi kunnleiki til 3 akkordir; (D-A7-G).

 


Markleys breiddist nú fold hjá hesum 12 ára drongi. Brakið úr Liverpool náddi eisini til Fuglafjarðar, og longu sum 13 ára gamal spælir hann til dans við Silly Boys. Teir gjørdist heimskendir í Føroyum.

 


 

Í 1970 fer hann til Danmarkar at vitja ein bróðurson í fjúrtan dagar, men gjørdist tað ein longri túrur. Hann býr framvegis á Flatlondum.

 


 

Nú legði hann tónlistarliga á annan bógv, og gjørdist trubadurur. Hann spældi í mong ár við í Den Udødelige Trio. Teir ferðaðust ríkið upp og niður, og sigur Stanley, at hann kennir Danmark betur, enn flestu danskarar. Umframt Danmark, hevur hann spælt í nógvum øðrum londum. Hetta, og mangt afturat, fer Stanley at greiða frá í samrøðu við Rudolf.