- Vit hava gjørt okkara allar besta. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og vit hava arbeitt 24 tímar um døgnið, tá trýstið hevur verið størst, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Mynd: Álvur Haraldsen.

Stór virðisøking í svartkjaftinum í Fuglafirði

- Hetta er eisini ein háttur at býta virðini. Rávøran fer í eina ringrás og endar sum laksafóður í einari alivinnu, sum framleiðir fyrsta floks matvørur til altjóða marknaðin, sigur stjórin í Havsbrún.

 

 

- Vit hava gjørt okkara allar besta. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og vit hava arbeitt 24 tímar um døgnið, tá trýstið hevur verið størst, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Mynd: Álvur Haraldsen.

Tað er ikki løgið, at nógv trýst hevur verið á móttøkuni hjá Havsbrún í Fuglafirði, nú uppsjóvarskipini hava fingið nógvan svartkjaft í føroyskum sjógvi. Á Havsbrún hava tey gjørt sítt allar besta og hava verið púra klár, tá skipini eru komin. Arbeiðið á virkinum hevur gingið sera væl, og fólk hava arbeitt allar 24 tímarnar í døgninum, tá trýstið hevur verið størst.

 

- Tá mest hevur verið, hevur verið bíðitíð til landing, men vit gera alt fyri at avgreiða skipini so skjótt, tað yvirhøvur ber til, tí sjálvandi vil fiskimaðurin sleppa avstað aftur sum skjótast, sigur stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen, sum fegnast um góða svartkjaftafiskiskapin og nógvu landingarnar hesa seinastu tíðina. 

- Tað eru fleiri skip nú enn áður. Siga vit, at 10 skip fáa 500 tons um døgnið, gevur tað 5000 tons tilsamans - og eru skipini 15 í tali, gevur tað 7.500 tons um døgnið. So, tað er greitt, at talan hevur verið um rættiliga stórar nøgdir hesa seinastu tíðina.

 

Stjórin vísir á, at í løtuni eru trý skip á sildaveiði, og tað lættir sjálvsagt eitt sindur um trýstið. Skipini, sum eru á sild í løtuni, eru Høgaberg, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu. 

 

Men, hvussu stórar nøgdir av svartkjafti hevur Havsbrún so keypt higartil í ár í mun til eitt nú somu tíð í fjør?

- Allan januar í fjør keyptu vit 16.000 tons av svartkjafti, og longu higartil í ár eru vit farin um tey 30.000 tonsini.  Eingin veit, hvussu leingi svartkjaftafiskiskapurin í føroyskum sjógvi heldur sær aftrat, nú svartkjafturin ferðast suður eftir at gýta. Men, um góða veiðan heldur sær nakað enn, kunnu vit nærkast teimum 50.000 tonsunum, áðrenn januar rennur út, og tað er eitt fantastiskt íkast til okkara fóðurframleiðslu. 

 

Odd Eliasen vísir á, at Havsbrún í fjør tók ímóti 110.000 tonsum av fiski, harav meginparturin var svartkjaftur, og hetta er ikki serliga stór ráfiskanøgd í teirra høpi. Aftrat hesum 110.000 tonsunum, keypti virkið eisini slógv til framleiðsluna, soleiðis at samlaða tonsatalið í fjør fór nakað yvir 150.000 tons. Í fjør vórðu fleiri enn 50.000 tons av svartkjafti landað uttanlands. 

 

Men, tá Havsbrún í sínari tíð keypti mestu rávøruna, var tonsatalið væl oman fyri 300.000. 

 

Tá svartkjaftavertíðini í føroyskum sjógvi er av, kunnu tey á Havsbrún ikki rokna við stórvegis nøgdum av svartkjafti aftur, fyrr enn fiskurin, sum nú fer suður eftir at gýta, kemur norður aftur í føroyskan sjógv seinni í vár. Odd Eliasen sigur seg tó vóna, at virkið í Fuglafirði fær høvi at keypa onkra lodnulast, tá føroyski lodnufiskiskapurin í íslendskum sjógvi byrjar. 

- Seinasta vikuskifti høvdu vit eitt grønlendskt uppsjóvarskip, sum verður útgjørt í Íslandi. Teir landaðu 2100 tons av lodnu her hjá okkum, og hetta kom eisini væl við, leggur hann aftrat. 

Spurdur, hvønn týdning tað hevur fyri dygdina á svartkjaftinum, at skip bíða eftir landingartørni, sigur stjórin í Havsbrún soleiðis: - Sjálvsagt veldst um, hvussu leingi verður fiskað og siglt, og hvussu leingi verður bíðað, men flestu skip hava góða køling og góða rávøru, sigur Odd Eliasen.

 

Stjórin í Havsbrún leggur dent á, at nógvi svartkjafturin, sum er landaður í Fuglafirði seinastu tíðina, skapar nógv virksemi, og hann heldur, at hetta er eisini ein háttur at býta virðini, soleiðis sum av og á verður havt á munni. Rávøran fer í eina ringrás, sum fyrst gevur skipi og manningum inntøkur, arbeiðsfólkini, sum eru knýtt at landing og framleiðslu, fáa inntøkur, og síðan endar svartkjafturin sum laksafóður í einari alivinnu, sum framleiðir fyrsta floks matvørur til altjóða marknaðin.   

 

Nógv virðisøking liggur í svartjaftinum, sum verður landaður á Havsbrún.

 

- Um vit hevja okkum eitt sindur yvir tey smáu tingini, so hevur hvør einasta last stóran týdning í einum størri høpi, og her fer einki til spillis, sigur stjórin í Havsbrún, Odd Eliasen.

 

- Vit hava gjørt okkara allar besta. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og vit hava arbeitt 24 tímar um døgnið, tá trýstið hevur verið størst, sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún. Mynd: Álvur Haraldsen.