Í dag klokkan 10 byrjaði NM í ungdómstelving í ungdómstelving á Hotel Føroyum, sum verður um vikuskiftið. Millum luttakararnar er svenska stjørnuskotið Milton Pantzar. Talvsambandið skrivar soleiðis:
- Tað er greitt, at norðurlond hava sent sínar bestu ungdómstelvarar til Føroyar. Í elsta bólkinum eru tríggir, sum longu hava heitið sum altjóða meistarar. Tríggir hava hægri styrkital enn 2300. Í Føroyum eru bara seks telvarar, sum eru omanfyri 2300.
- Sterkasti telvarin í elsta bólkinum, sviin Milton Pantzar, hevur styrkitalið 2423. Í Føroyum er Helgi Dam Ziska tann einasti, sum hevur hægri styrkital enn ungi sviin. Føroyski stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, hevur lagt ungu føroysku telvarunum lag á uppundir kappingina. Sjúrður Thorsteinsson hevur verið honum til hjálpar.
Føroysku telvararnir eru hesir:
Bólkur A (19-20 ár)
Janus Skaale, Klaksvíkar Talvfelag
Rógvi Mørkøre, Kollafjarðar Talvfelag
Bólkur B (17-18 ár)
Jón í Horni Nielsen, Sandavágs Talvfelag
Markus Jacobsen, Kollafjarðar Talvfelag
Bólkur C (15-16 ár)
Luitjen A. Apol, Havnar Telvingarfelag
Elias Petersen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur D (13-14 ár)
Brestir Samuelsen, Havnar Telvingarfelag
Petur G. Magnussen, Havnar Telvingarfelag
Bólkur E (11-12 ár)
Jamil Emil Jakobsen, Sandavágs Talvfelag
Lukas Páll Wiberg, Sandavágs Talvfelag
Telvað verður sum sagt tvær ferðir hvønn av døgunum. Fyrra umfarið er millum tíggju og tvey, og hitt seinna millum fýra og átta. Fyrstu leikirnir blivu fluttir í morgun klokkan 10.00. Á heimasíðu Talvsambandsins, farochess.com, ber til at fylgja við hvussu leikur fer.