info
Ongi úrslit
Norska sjógætisvinnan setti met í fjør við einum útflutningsvirði á heilar 181,5 milliardir norskar krónur – svarandi til umleið 115 milliardir í okkara peningi

Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika

Alingin í Noregi er undir trýsti, nú ein nýggj kanning hjá NRK vísir, at norska alivinnan innflytir stórar nøgdir av fiskaolju úr Vesturafrika til laksafóður

Vilmund Jacobsen
28. november 2026 kl. 22:42

Nú ávara serfrøðingar um, at hetta gongur hart út yvir lokalsamfeløgini á staðnum, haðani fiskaoljan kemur.

Norska sjógætisvinnan setti met í fjør við einum útflutningsvirði á heilar 181,5 milliardir norskar krónur – svarandi til umleið 115 milliardir krónur í okkara peningi.

Men, veksandi framleiðslan av alilaksi krevur stórar nøgdir av rávørum úr øllum heiminum til fóður.

Ein kanning, sum norska kringvarpið NRK hevur gjørt í november, vísir, at Noreg í fjør innflutti 11.208 tons av fiskaolju bara úr vesturafrikanska landinum, Mauritania.

Virðið á hesum innflutningi er mett til 387 milliónir norskar krónur.

Í einum kjakinnleggi í norska miðlinum ABC Nyheter ávarar Gareth Johnstone, stjóri í felagsskapinum, Trygg Mat Tracking, nú um avleiðingarnar av hesum.

Hann vísir á, at tá Noreg keypir fiskaolju úr londum við veikari fiskivinnuumsiting og vánaligum eftirliti, økir tað trýstið á fiskastovnarnar.

– Fiskur, sum kundi verið matur til menniskju í Vesturafrika, endar ístaðin sum fóður til norskan alilaks, skrivar Gareth Johnstone í ABC Nyheter.

Samstundis vísir hann á, at vantandi eftirlit í hesum londunum ger, at vandi er fyri, at rávørurnar stava frá ólógligum fiskiskapi, og at hetta í longdini kann hótta umdømið hjá norsku sjógætisvinnuni.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

16 minuttir síðan
Hondbóltur

Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia

56 minuttir síðan
Tíðindi

Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan

1 tími síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember leikti javnt móti Týsklandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri fyri­reik­ar seg longu nú til Suður­oyar­tunnilin

3 tímar síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Føroyar taptu fyri Estlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtyktin fyri Kirkjubø broytt enn einaferð

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólatræið í Havn tendrað

4 tímar síðan
Hondbóltur

U17-kvinnurnar taptu fyri Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

5 tímar síðan