Triði dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í innleiðandi bólki E hondbólti í EM-endaspælinum verður leiktur móti vertslandinum, Póllandi.
Dysturin móti Póllandi verður leiktur í Katowice, mikudagin 9. desember klokkan 17.
Í dag leikti Pólland fyrra av tveimum venjingardystum móti Rumenia.
Á útivølli í Cluj í Rumenia tapti Pólland 32-38 fyri heimaliðnum, ið var á odda 17-14 í steðginum.
Magda Balsam, Katarzyna Cygan og Monika Kobylińska vóru toppskjúttar hjá Póllandi við átta málum hvør.
Toppskjúttar hjá Rumenia vóru Sorina Grozav við átta málum, og Elena Rosu við seks málum.
Seinni venjingardysturin millum Rumenia og Pólland verður leiktur í morgin klokkan 11.