info
Ongi úrslit

Skotska alivinnan hevur brotið reglurnar um politiska ávirkan

Ein samd nevnd í skotska parlamentinum hevur staðfest, at vinnufelagið Salmon Scotland hevur brotið lógina um politiska ávirkan. Stjórin royndi at fáa ein tingmann at taka atfinningar um alivinnuna aftur, men fundurin varð ikki skrásettur sum kravt. Bakkafrost Scotland er millum limirnar í felagnum.

Eirikur Lindenskov
28. november 2026 kl. 22:29

Skotska alivinnufelagið Salmon Scotland hevur brotið reglurnar um lobbyvirksemi, sum skulu tryggja opinleika um, hvussu vinnufeløg og onnur royna at ávirka politiskar avgerðir.

Tað staðfestir ein samd nevnd í skotska parlamentinum í frágreiðing, sum varð almannakunngjørd hósdagin 26. november.

Málið snýr seg um ein fund, sum stjórin í Salmon Scotland, Tavish Scott, hevði við konservativa tingmannin Edward Mountain 25. oktober 2023.

Tingmaðurin hevði frammanundan funnist at alivinnuni í skotska parlamentinum, millum annað í sambandi við nýtslu av antibiotika.

Tavish Scott vildi hava tingmannin at taka aftur viðmerkingarnar, sum hann helt vera skeivar.

Hótt við avleiðingum

Sambært kanningini hjá skotska eftirlitsmyndugleikanum segði Tavish Scott við tingmannin, at nevndin í Salmon Scotland var sera ónøgd við útsagnir hansara og var sinnað at taka stig ímóti honum, um hann ikki tók tær aftur.

Edward Mountain metti framferðina sum eina roynd at leggja trýst á seg.

Men fundurin varð ongantíð skrásettur í almennu skipanini fyri lobbyvirksemi, hóast skotska lóggávan krevur tað.

Eftirlitsmyndugleikin staðfesti, at talan var um eina roynd at ávirka ein tingmann, og at fundurin tí skuldi verið skrásettur.

Nevndin í skotska parlamentinum tekur undir við niðurstøðuni og mælir nú til, at parlamentið gevur Salmon Scotland eina formliga átalu.

Salmon Scotland vísir aftur

Tavish Scott er ósamdur í niðurstøðuni.

Hann sigur, at talan var um eitt minni umsitingarligt mistak í sambandi við skrásetingina av einum einstøkum fundi.

Hann vísir á, at átta av níggju klagum móti felagnum vórðu avvístar, og at Salmon Scotland hevur skrásett meira enn 200 fundir og samskifti í almennu lobby-skipanini.

Sambært Scott var endamálið við fundinum at fáa rættað skeivar upplýsingar, sum tingmaðurin hevði lagt fram um alivinnuna.

Salmon Scotland heldur ikki, at fundurin var fevndur av reglunum um lobbyvirksemi, og felagið vísir aftur, at tað royndi at halda fundin loyniligan.

Bakkafrost er limur

Málið hevur eisini føroyskan áhuga, tí Bakkafrost Scotland er limur í Salmon Scotland.

Felagið umboðar skotsku alivinnuna mótvegis politikarum, myndugleikum og almenninginum.

Bakkafrost Scotland er eitt av stóru alifeløgunum í Skotlandi, og Salmon Scotland arbeiðir millum annað við vinnupolitiskum viðurskiftum, fiskavælferð, umhvørvisreglum og marknaðaratgongd.

Í ársfrágreiðingini fyri 2025 staðfestir Bakkafrost, at tað brúkar limaskapin í Salmon Scotland sum part av sínum samskifti við politikarar og myndugleikar fyri at ávirka reglurnar fyri alivinnuna í Skotlandi.

Einki í niðurstøðuni hjá skotska parlamentinum bendir á, at Bakkafrost sjálvt hevur brotið reglurnar. Málið snýr seg um framferðina hjá stjóranum í felags vinnufelagnum.

Parlamentið skal taka støðu

Talan er um fyrstu frágreiðingina av hesum slagi, sum skotska parlamentið hevur fingið sambært lógini um lobbyvirksemi frá 2016.

Nevndin leggur dent á, at politisk ávirkan er ein lógligur og natúrligur partur av fólkaræðinum, men at hon skal fara fram við neyðugum opinleika.

Tí mælir nevndin til eina formliga átalu av Salmon Scotland.

Skotska parlamentið skal taka endaliga støðu til tilmælið.

Keldur: Skotska parlamentið, 26. november 2026 · The Scotsman, 28. november.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Grimsby Town á Crewe Alexandra

16 minuttir síðan
Hondbóltur

Pólland sum Føroyar møta 9. desember tapti fyri Rumenia

56 minuttir síðan
Tíðindi

Føða laksin við mati sum kundi metta fólk í Afrika

1 tími síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember leikti javnt móti Týsklandi

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aluminij bjargaði javnleikinum í yvirtíðini

3 tímar síðan
Tíðindi

Tvøroyri fyri­reik­ar seg longu nú til Suður­oyar­tunnilin

3 tímar síðan
Fótbóltur

Baltic Cup: Føroyar taptu fyri Estlandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Byggisamtyktin fyri Kirkjubø broytt enn einaferð

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólatræið í Havn tendrað

4 tímar síðan
Hondbóltur

U17-kvinnurnar taptu fyri Íslandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

5 tímar síðan