Toyota er mest seldi bilur í Føroyum ár

Aftur hendan mánaðin vísa hagtølini hjá Akstouvni, at Toyota er mest seldi bilur í Føroyum í ár.

 

Tá tey gjørdu tølini upp fyri ársins fyrstu fimm mánaðir vóru seldir 123 Toyotabilar í Føroyum, og har liggur sølan hjá Reyni Service væl framman fyri næstu kappingarneytarnar, sum eru Waagbilar við Hyundai og Bilasølan við Volkswagen, sum báðir hava selt 101 bil í part.

Næst á listanum kemur Ford við 94 bilum.

Listin við tíggju teimum mest seldu bilmerkjunum í ár sær soleiðis út:

TOYOTA 123

HYUNDAI 101

VOLKSWAGEN 101

FORD 94

VOLVO 81

KIA 76

MERCEDES-BENZ 62

MAZDA 45

CITROEN 42

RENAULT 39

 

Og listin yvir tíggju tey mest seldu bilmerkini í maimánaði sær soleiðis út:

VOLKSWAGEN 32

TOYOTA 30

FORD 29

KIA 28

VOLVO 22

HYUNDAI 20

HONDA 18

MERCEDES-BENZ 15

AUDI 9

BRENDERUP 8