Útiøkið kring nýggja ferðafólkaterminalin á molanum í Havn verður munandi dýrari enn ætlað.
Nýggjasta kostnaðarmetingin er 27,8 milliónir krónur samanborið við tær 19,6 milliónirnar, sum arbeiðið upprunaliga varð mett at kosta. Tað er ein dýrkan á 8,2 milliónir krónur, svarandi til umleið 42 prosent.
Og kostnaðurin fyri skelting kemur afturat. Hesin parturin er ikki liðugt prosjekteraður og er tí ikki við í metingini.
Hetta sæst í tilfarinum til býráðsfundin hjá Tórshavnar kommunu, sum var í gjár.
Dýrkar hóast sparingar
Byggileiðslan boðaði á fundi 8. oktober og í telduposti 12. oktober frá, at útiøkið verður dýrari enn áður mett.
Sambært málslýsingini er roynt at spara, har tað varð mett ráðiligt. Millum tillagingarnar eru færri kantsteinar, minni av benkrum, ruskspannum og súkkluhaldarum og ein onnur loysn við ljósmastrum. Grøn øki og runnar eru eisini tikin úr ætlanini.
-
©
Kortini er kostnaðurin vaksin munandi.
Kommunan vísir serliga á meira avgrevstur og burturkoyring av tilfari, størri asfaltarbeiði enn upprunaliga ætlað og eina meira umfatandi og dýrari trygdar-, el- og ljósskipan.
Bað um 8,535 milliónir aftrat
Stjórin í Tórshavnar havn mælti til at flyta tilsamans 8,535 milliónir krónur til verkætlanina. Av hesum skuldu 8,160 milliónir takast av tøkum løgukarmi hjá havnini og 375.000 krónur av avlopinum frá niðurtøkuni av svarta pakkhúsi.
Í málslýsingini verður ávarað um, at neyðugt er at fáa fíggingina upp á pláss, so hesin parturin av arbeiðinum ikki steðgar og harvið kann gerast enn dýrari.
Meirilutin í havnanevndini – Birgir Nielsen, Heðin Mortensen, Guttormur í Skála og Kári Johansen – tók undir við tilmælinum. Tó settu teir sum treyt, at støðlaøkið eisini verður asfalterað fyri umleið 2,5 milliónir krónur, sum skulu játtast av løgukarminum hjá havnini í 2027.
Finst at ráðgevingini
Meirilutin í havnanevndini gjørdi samstundis vart við, at tað eftir teirra meting ikki er rætt, at Tórshavnar havn skal gjalda vegna ónøktandi ráðgeving og projektering av verkætlanini, sum havnin onga ávirkan hevur á.
Anja Weyhe tók ikki undir við tilmælinum. Hon vísti á, at verkætlanin er dýrkað sera nógv, samstundis sum pengar ikki eru at finna hjá Tórshavnar havn til at gera havnaøkið á Oyrareingjum liðugt.
Fíggjarnevndin umrøddi málið 22. oktober, men útsetti tað. Á býráðsfundinum sama dag varð málið tikið av skránni.
Býráðið hevur sostatt ikki góðkent umbønina um tær 8,535 milliónirnar aftrat.