Tað stendur at kalla á jøvnum millum sitandi forseta í Brasilia, Luiz Inácio Lula da Silva og senatorin og avbjóðaran, Flávio Bolsonaro.
Hetta er støðan, áðrenn næsta valumfar verður sunnudagin í forsetavalinum í Brasilia.
Tað vísir ein sonevnd Datafolha-máting, sum varð løgd fram í gjár.
Mátingin vísir, at Flávio Bolsonaro fær 47 prosent av atkvøðunum, og Luiz Inácio Lula da Silva fær 46 prosent.
Í einari aðrari Datafolha-máting herfyri, fekk avbjóðarin 47 prosent av atkvøðunum, og sitandi forseti fekk 45 prosent.