Í ár eru kommunurnar í Vágum vertir, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett. Setanin verður í kvøld, fríggjakvøldið 23. oktober kl. 18.00, í Bátasmiðjuni í Bø.
Vága kommuna skrivar, at á skránni verða røður, Rannveig syngur, og Pakkhúsið borðreiðir við leskiligum munnbitum. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Hóskvøldið 29. oktober kl. 18.00 verður fjølmentanarmáltíð í bygdarhúsinum í Miðvági. Tað er onki so hugnaligt sum at samlast um eina góða máltíð, og dugnaligir kokkar frá ymiskum londum gera rættir til kvøldið – millum annað við íblástri frá Peru, Brasilia, USA, Tailandi og Filipsoyggjunum, umframt ein leskiligan rætt við føroyskum laksi. Eitt kvøld við góðum mati, góðum felagsskapi og mentanarligum samskifti.
Fjølmentanarvikan er síðstu vikuna í oktober. Endamálið er at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytni í Føroyum. At skapa eitt fjølment samfelag krevur bæði opinleika og samstarv, og við setanini og fjølmentanarmáltíðini vilja kommunurnar í Vágum geva fólki høvi at hittast tvørtur um mál og mentanir.
Í vikuni verða eisini fleiri fjølmentanartiltøk kring alt landið. Skráin kann lesast við at klikkja á her.