info
Ongi úrslit

Verkfall: Mikroskopiskar flytingar í samráðingum

– Um eg skal vera ræðuliga positivur, so síggi eg ikki eina loysn fyri mær í dag, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður

Eirikur Lindenskov
7. juni 2024 kl. 14:12

Talan er um sera truplar samráðingar í semingsroyndini millum arbeiðarafeløgini og arbreiðsgevarar á Hotel Føroyum.
Tað sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður. 
Hann sigur, at tey sótu saman frá klokkan 15 í gjár til út á náttina, og at samráðingar vórðu tiknar uppaftur í morgun klokkan 10.
– Tað eru truplar samráðingar, og tað gongur spakuliga, sigur Terji Sigurðsson.
– Tað eru smáar flytingar, sum gera, at tað tó er vón fyri at tað kemur ein loysn.
– Eg vænti eisini, at partarnir kenna ta stóru ábyrgdina, teir hava, fyri at finna eina loysn. Tað hevði verið sera óheppið at farið hiðani uttan at vit hava funnið eina nýggja loysn og gjørt ein nýggjan sáttmála, sigur Terji Sigurðsson.

Myndin er ikki tøk

Spurdur hvussu nógv gloppið er minkað millum krøvini hjá pørtum, sum in.fo hevur sneytað sær fram til er millum 11 ogt 15 prosent, dregur semingsmaðurin eitt sindur á.
– Tað eru øgiliga smáar flytingar. Eg vil siga, at tað eru mikroskopiskar flytingar. Hetta er øgiliga trupult, sigur Terji Sigurðsson.
Partarnir sita hvør í sínum rúmi á hotellinum. Og so verður gingið í millum partarnar.
– Jú, tað er er aktivitetur í alla tíðina, og vit hava longu nú lagt fleiri uppskot fyri partarnar, og vit royna nú at fáa gongd á, sigur semingsmaðurin.
Hann sigur, at tey koyra út í eitt, og hann væntar, at í dag verður tað út á náttina, og so verður hildið fram í morgin.
– Eg síggi ikki fyri mær nakra semju beint nú. Um eg skal vera ræðuliga positivur, so síggi eg ikki eina loysn fyri mær í dag. Men vit verða bara noyddir at hanga í, til tað gleppur, sigur Terji Sigurðsson.
 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bretskur flogberi komin til Oslo

1 tími síðan
Tíðindi

Vil hava fostur­tøku­málið úr nevnd

2 tímar síðan
Tíðindi

Kjarnorkuverkið Zaporizjzja noyðist at brúka neyðstreym

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ hevur sett íslendskan hjálparvenjara

3 tímar síðan
Tíðindi

Mótstøðumaður Netanyahus fær fyrsta møguleikan

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri løstað í jarðskjálvta í Japan

4 tímar síðan
Tíðindi

Herverk móti bili í miðbýnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Seks dripin í skotálopi í Krakow

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump bjóðar kampsportsstjóra starv sum talsfólk

6 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir menn avrættaðir í Iran eftir januar-mótmæli

6 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Veddingarfyritøkurnar hella eitt vet til ein føroyskan sigur

7 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød er bert eitt stig frá ovara endaspælinum

14 tímar síðan