Sagt verður við, at ein talari má vera gripin undir umrøðuni og hava nakað upp á hjarta, umframt at talan er tengd at røddini, kropsmáli, sambandi við áhoyrarar og umstøður annars. Og kent er hinvegin, at talur kunnu av stikni koma at kosta røðaranum bæði lív og limir.
Orð um lond og tíðir
Millum bestu kendu tekstir í heimshøpi um virðiliga fólkaræðið eru orðini hjá Thomas Jefferson (1743-1826), forseta (1801-1809) í USA, frá 1776: “... at øll menniskju er skapt líka og hava rætt til lív, frælsi og stremban eftir eydnu”.
Hesi fjálgu orðini eru uttan iva runnin úr tí kendu “Fjallataluni”, sum “Hin einsami galilearin“ helt á sinni (Matt. 5.) í tí gomlu bókini við svartari permu: At sæl eru tey fátæku í anda, tey hjartareinu og tey, sum fáa frið í lag.
Talan var tá um náði og frið í landi ófriðarins, har sum enn hart leikar á - eins og tað hevur gjørt í øldir - millum son trælkvinnunnar og son lyftisins (1. Mós. 16.).
Talarar á fólkatingi - nøkur dømi
Føroyingar eru kendir sum góðir talarar á tingi. Vit minnast enn, hvussu Johan Nielsen (1919-1984) hugtók tingfólk við síni serstøku, sterku rødd og kropsmáli, og Johan varð væl skiltur av øllum, hóast tey føroysku r-ini úr Sandvík rullaðu sum omanlop (!).
Ella eisini hvussu Óli Breckmann fekk sínar mótstøðumenn upp úr stólinum, ofta eitt nú Lykketoft, so at hann snýsti av øði og (táverandi) Trotskij-høku-skeggið stóð í ein beinan eystan (!).
Eins og Tobbi fekk menn á føtur við sínum tjóðskaparligu brandsalvum – og ofta við fer á diskanturin fýrdi evsta skotriðið av í rúkandi, títtmæltari crescendo!
Talari dagsins
Talarin nú - í dagsins meldri – er Sjúrður Skaale, sum fólk og felagsskapir um lond vilja hoyra – og á fólkatingi veit eingin, um Sjúrður fær tingfólk at danda av látri - ella gána nipin yvir djúptiknu røðu hansara í meistara-klassa – eitt nú um knívsálopið á Salman Rushdie og Ísrael - ella táið politiski andstøðumaðurin hjá Sjúrði, Morten Messerschmidh, varð meiðslaður av donskum miðlum og ákærandi rættarmyndugleikum hjá EU, sum hildu Messerschmidt á “politisku deyðs-gongini” um misbrúk av minni upphædd - til hann bleiv púra frákendur av landsrættinum eftir úti við sjey ára almenna fordøming!
Og lutvíst við fyri djørvu støðutakan hjá Sjúrði til mikil vandamál sum antisemitismu og islamsku dagsskránna, ið misbrúkar vesturlendska demokratiið til at týna aldargomlu vesturlendsku virðini við.
Arbeiðssamur, sum hann er, hevur Sjúrður verið í teim londunum, ið hann talar um, og hann hevur gott í at bregða í báðar ættir.
Ein skyldmaður hansara, sum fleiri søgur eru um, fekk øll at flenna, um so talan var um skemt ella álvarsmál. Ein er - at hesin eldri hattleysi fergumaðurin, Tom, troystaði húslækna sín við, sum var stúrin um, at hjarta hjá Tom var so illa slitið, tá Tom helt fyri: “Ja, men eg vænti nú, at hjarta fer at halda MEG út (!)”.
Forrestin, er ikki rættiliga langt síðani, at vit hava hoyrt nakað til ella frá Sjúrði Skaale í kringvarpi Føroya?
Arnstein Niclasen