info
Ongi úrslit

16 læknar útbúgva seg til komm­unu­lækna – sjey størv eru fram­vegis leys

Í løtuni eru 16 læknar undir útbúgving til serlækna í almennum medisini, sum er serlæknaútbúgvingin hjá kommunulæknum.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 11:54

Samstundis eru sjey kommunulæknastørv framvegis leys at søkja í Føroyum.

Marin Kristina í Dali varð í oktober liðug við sína serlæknaútbúgving, og næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 30. november.

Harumframt verða tríggir aðrir læknar væntandi lidnir í 2027.

Útbúgvingin verður skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og danska Videreuddannelsesregion Øst.

Tølini geva vón um fleiri kommunulæknar komandi árini, men tey loysa ikki trupulleikan beinanvegin.

Enn eru sjey størv leys, og tí er kommunulæknatrot framvegis í fleiri pørtum av landinum.

Ein av avgerandi spurningunum verður eisini, hvussu nógvir av teimum, sum nú útbúgva seg, velja at taka fast starv í Føroyum, tá útbúgvingin er liðug.

Kelda: Landssjúkrahúsið/Kringvarp Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

22 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

21 minuttir síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

48 minuttir síðan
Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

2 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

2 tímar síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

2 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

2 tímar síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

2 tímar síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

4 tímar síðan