Fyrstu minnispláturnar við minnisvarðan í Vestmanna vórðu avdúkaðar á allahalgannadegi, sunnudagin hin 1. november
- Átta minnisplátur eru settar upp við nøvnum á teimum vestmenningum, sum hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum á landi í árunum 1927 til 1969. Á plátunum stendur eisini, hvørjari vanlukku tey vóru fyri.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at nógv fólk leitaðu sær til minnisvarðan á allahalgannadegi at síggja minnispláturnar. Millum tey vóru eisini fleiri avvarðandi.
- Handan nøvnini á minnisplátunum fjalast tungar lagnur, har familjur hava verið raktar av stórum missi.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at bygdarsavnsnevndin nú fer at arbeiða víðari við at gera fleiri minnisplátur.
Ætlanin er, at pláturnar við tíðini skulu fevna um øll nøvn fram til dagin í dag.
- Harumframt er ætlanin at seta QR-kotur upp við útvaldar hendingar. Við at skanna koturnar fer at bera til at hoyra frásagnir um einstøku vanlukkurnar, eitt nú um minuna, sum brast á Fitjasandi, har tveir smádreingir lótu lív.
Á hendan hátt verður søgan varðveitt, og komandi ættarlið fáa eisini høvið at læra um hendingarnar og menniskjuni.
Tað er Føroya Grótvirki, ið hevur gjørt minnispláturnar við minnisvarðan í Vestmanna