info
Ongi úrslit
© Mynd: Chip Somodevilla/Ritzau Scanpix
Donald Trump, Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen vísa undirskriftirnar fram, eftir at tey í gjár undirskrivaðu felags trygdar- og verjuavtaluna í New York.

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

Grønlendska landstingið, Inatsisartut, hevur nú samtykt verjuavtaluna millum Grønland, Danmark og USA.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 10:15

Avtalan varð samtykt við 16 atkvøðum fyri og sjey tinglimum, sum hvørki atkvøddu fyri ella ímóti. Siumut tók ikki lut í sjálvari atkvøðugreiðsluni, men flokkurin sigur seg taka fult undir við avtaluni.

Avtalan varð undirskrivað í ST-bygninginum í New York 22. september av Grønlandi, Danmark og USA.

Hon hevur síðani verið viðgjørd í Inatsisartut, har serliga Naleraq hevur verið atfinningarsamt.

Flokkurin hevur millum annað funnist at, at Grønland ikki fær beinleiðis fíggjarligt endurgjald fyri amerikansku herstøðirnar, og at grønlendskar fyritøkur ikki hava fingið greiðar tryggingar fyri at fáa arbeiði í sambandi við virksemið á støðunum.

Uttanríkis- og trygdarpolitiska nevndin hevur samstundis mælt til, at ein politiskur fylgibólkur við umboðum fyri allar flokkarnar verður settur. Endamálið er at tryggja politiskt eftirlit, tá ískoytisavtalur verða gjørdar og avtalan verður sett í verk.

Avtalan er sostatt nú góðkend í Grønlandi, men hon er ikki komin endaliga í gildi enn.

Danmark skal eisini avgreiða sín part av málinum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

21 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

16 minuttir síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

32 minuttir síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

53 minuttir síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

56 minuttir síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

1 tími síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir koyrdu ímóti ferðsl­uni á Vagli­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi

2 tímar síðan
Tíðindi

Børn sótu ikki rætt íbundin við skúla í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

El-Sayed stendur til at gerast fyrsti muslimski senatorurin í USA

3 tímar síðan