Seinasta leygardag var seinasti FM-dagurin í darti á á skránni. Fyri fyrstu ferð varð hesin hildin á KG gistingarhústinum í Klaksvík.
Umframt, at føroyameistarin hjá kvinnum og monnum skuldu finnast, vóru FM og steypakappingar hjá U18 og U13.
Hjá U18 var Sámuel Rasmussen stóri vinnarin, og bæði FM og steypakapping komu í hús hjá unga manninum.
- Vit ynskja Sámuel hjartaliga tillukku, siga tey á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag.
Yvirlit yvir FM-vinnarar í dartkappingini:
Føroyameistari hjá monnum: Uni Árting
Føroyameistari hjá kvinnum: Theresa Enghamar
Føroyameistari U18: Sámuel Rasmussen
Føroyameistari U13: Mika Heinesen
Steypavinnari U18: Sámuel Rasmussen
Steypavinnari U13: Peter Hans Johnsson