info
Ongi úrslit
© Kylie Cooper/Reuters
Kongressin í Washington er skipað í Senatið og Umboðsmannatingið. Eftir miðskeiðsvalið hava demokratarnir meiriluta í báðum deildum.

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

Eftir amerikanska miðskeiðsvalið týsdagin er valdið á Capitol Hill broytt munandi.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 10:19

Demokratarnir hava fingið meiriluta bæði í Senatinum og Umboðsmannatinginum. Áðrenn valið høvdu republikanararnir meirilutan í báðum deildum.

Tað merkir, at Donald Trump, forseti, framyvir fær nógv truplari við at fáa lógaruppskot samtykt í Kongressini. Samstundis fáa demokratarnir størri ávirkan á bæði skattapolitikk, ráðharratilnevningar, altjóða sáttmálar og eftirlitið við forsetanum.

Báðar deildir mugu sum oftast vera samdar

Kongressin hevur tvær deildir: Umboðsmannatingið og Senatið.

Sum høvuðsregla skulu báðar deildir taka undir við einari samveldislóg, áðrenn hon kann sendast forsetanum til undirskrivingar.

Bæði Senatið og Umboðsmannatingið kunnu eisini steðga lógaruppskotum, sum hin deildin hevur samtykt.

Umboðsmannatingið kann byrja ríkisrættarmál

Umboðsmannatingið hevur serligar heimildir.

Tað er har, lógaruppskot um almennar inntøkur, eitt nú skattir, skulu byrja.

Umboðsmannatingið kann eisini taka stig til ríkisrættarmál móti forsetanum ella øðrum hægri embætisfólkum. Tað merkir, at deildin kann ákæra forsetan fyri álvarslig embætisbrot.

Men tað er ikki Umboðsmannatingið, sum endaliga dømir.

Senatið kann steðga ráðharrum og dómarum

Senatið hevur aðrar týðandi heimildir.

Tað skal góðkenna ráðharrar, sendiharrar og samveldisdómarar, sum forsetin tilnevnir.

Tað merkir, at ein demokratiskur meiriluti kann nokta at góðkenna fólk, sum Trump velur til týðandi størv í stjórnini og dómsverkinum.

Senatið skal eisini góðkenna altjóða sáttmálar, sum forsetin hevur samráðst um.

Og verður eitt ríkisrættarmál reist í Umboðsmannatinginum, er tað Senatið, sum viðger málið og tekur støðu til, um forsetin skal dømast. Til tess krevst tveir triðingar av teimum senatorunum, sum eru til staðar.

Forsetin hevur framvegis veto

Hóast demokratarnir hava meiriluta í Kongressini, hevur Trump framvegis stórt vald sum forseti.

Hann er bæði ríkis- og stjórnarleiðari og ovasti leiðari fyri amerikonsku herdeildirnar.

Forsetin skal undirskriva lógaruppskot, áðrenn tey gerast lóg, og hann kann leggja veto móti lógum, sum Kongressin hevur samtykt.

Kongressin kann tó seta eitt forsetaveto til viks, men tað krevur serliga stóran meiriluta.

Forsetin hevur eisini heimild at náða fólk, sum eru dømd fyri samveldislógarbrot.

Varaforsetin kann gera mun í Senatinum

Varaforsetin er samstundis formelt forseti í Senatinum.

Um atkvøðurnar í Senatinum standa á jøvnum, hevur varaforsetin avgerandi atkvøðuna.

Nýggi meirilutin hjá demokratunum merkir tí ikki, at forsetavaldið hvørvur. Men politiska styrkislutfallið í Washington er broytt, og demokratarnir hava nú nógv størri møguleika at steðga, broyta og kanna politikkin hjá Trump-stjórnini.

Keldur: Ritzau, BBC, USA.gov, Congress.gov og House.gov

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

20 tímar síðan

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

15 minuttir síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

31 minuttir síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

55 minuttir síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

56 minuttir síðan
Tíðindi

Strandingar fegnast við Samuel

1 tími síðan
Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

1 tími síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

2 tímar síðan
Tíðindi

Tveir koyrdu ímóti ferðsl­uni á Vagli­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi

2 tímar síðan
Tíðindi

Børn sótu ikki rætt íbundin við skúla í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

El-Sayed stendur til at gerast fyrsti muslimski senatorurin í USA

3 tímar síðan