Álopini hava millum annað rakt handlar í Svøríki, Belgia, Fraklandi og Luksemburg.
Í Svøríki hava teldusníkar fingið ræði á køliskipanum hjá handlum og skrúvað hitan í køli- og frystidiskum upp í 50 stig. Avleiðingin var, at stórar nøgdir av matvørum máttu beinast burtur.
Eisini danskir myndugleikar hava boðað frá líknandi álopum.
Hendingarnar hava fingið føroyskar matvøruhandlar og heilsølur at hyggja nærri at sínum skipanum.
Sambært Kringvarpinum siga føroysku fyritøkurnar, at tær meta seg vera væl vardar móti slíkum álopum.
Málið hevur serligan týdning, tí teldutrygd í køli- og frystiskipanum ikki bara snýr seg um KT, men eisini um matvørutrygd og veitingartrygd.
Um óviðkomandi fáa atgongd til slíkar skipanir, kunnu stórar nøgdir av matvørum fara fyri skeytið eftir stuttari tíð.