Hetta segði Jens Stoltenberg, sum er norskur fíggjarmálaráðharri, tá hann var á veg heimaftur úr Ukraina í toki.
Hann hevur verið í Ukraina og vitjað, og hetta er fyrsta vitjan hansara í krígsherjaða landinum, síðan hann fór úr starvinum sum Nato-aðalskrivari.
Í gjár hevði Jens Stoltenberg fundir við fleiri ukrainskar stjórnarlimir.
Á veg heimaftur úr Ukraina sigur norski fíggjarmálaráðharrin sambært tv2.no, at valúrslitið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa.
Amerikanski forsetin misti á valinum meirilutan bæði í kongressini og í umboðsmannatinginum, og tað merkir, at forsetin ikki longur kann gera, sum hann vil.
Á veg heimaftur úr Ukraina í nátt fylgdi Jens Stoltenberg við valinum í USA.