Norska Fiskeridirektoratet ávarar nú um, at brek og manglar við útgerð á alibrúkum kunnu elva til, at alifiskur sleppur úr ringunum.
Stovnurin hevur nevniliga fingið heilar 38 fráboðanir um tílík brek.
Hetta skrivar norska vinnublaðið Kyst.no í dag.
Talan er millum annað um vánaligar sveisingar á aliringum, manglandi eftirlit við kavbátum (ROV) og nótir, sum koma aftur av verkstaði við holum og skaðum, ið ikki eru umvæld. Harumframt eru eisini fráboðanir um brek í karum á alibrúkum á landi.
– Bæði alarar, framleiðarar og veitarar hava skyldu til at boða frá, um teir varnast frávik, sum kunnu føra til, at fiskur sleppur út.
Tað sigur Britt Leikvoll, deildarleiðari í Fiskeridirektoratet, við Kyst.no.
Stovnurin leggur dent á, at skjót fráboðan er avgerandi fyri at steðga brekum, áðrenn tey spjaða seg til fleiri alibrúk og enda við, at laksur rýmur úr ringunum.