info
Ongi úrslit

Birgir Nielsen: – Vit fara ikki uppí uttan at fáa greiða ávirkan

Einki er avgjørt um eina nýggja samgongu í Tórshavnar býráð. Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, sigur, at tað veldst um, hvat flokkurin fær ígjøgnum.

Eirikur Lindenskov
27. november 2026 kl. 12:11

Eftir at Elsa Berg, borgarstjóri, sleit samstarvið við Javnaðarflokkin, hevur hon arbeitt við at finna ein nýggjan meiriluta í Tórshavnar býráð. Spurdur, um ein nýggj samgonga er skipað, sigur Birgir Nielsen, at einki er avgjørt enn.

Hann sigur, at Fólkaflokkurin kann fara upp í eina samgongu, um flokkurin fær nóg mikið ígjøgnum. Høvuðsendamálið er at bøta um umstøðurnar hjá borgarum og vinnu.

Birgir Nielsen vil ikki siga, hvørji mál Fólkaflokkurin vil hava ígjøgnum. Hann sigur, at tey hava tosað um nøkur viðurskifti, men lýsir tað framvegis sum prát.

Spurdur um møguleikan fyri, at andstøðan tekur seg saman, svarar hann:

– Vit duga eisini at rokna, men tað veit eg ikki.

Um treytina fyri at fara upp í eina samgongu sigur hann:

– Eitt er heilt sikkurt. Vit fara ikki uppí, uttan at vit fáa sett nøkur konkret fingramerki á.In.fo hevur roynt at fáa fatur á býráðslimunum fyri Kommunulistan, Tróndi Sigurðsson og Kára Johansen, síðani í gjárkvøldið, men teir taka ikki telefonina. Vit ætlaðu at spyrja, um teir eisini samráðast við Elsu Berg um nýggja samgongu í Tórshavnar kommunu. Men tað kunnu vit ikki staðfesta. Men greitt er, at borgarstjórin og Fólkaflokkurin eru í samráðingum og at Tjóðveldi, Borgaralistin og Fólkaflokkurin hava nóg mikið av býráðssessum til at skipa meiriluta.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

38 fráboðanir um brek á norskum alibrúkum

11 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsumiðstøðin í Suðuroy verður á Tvøroyri

24 minuttir síðan
Tíðindi

Størri íløgur og útreiðslur til vælferð í Klaksvík

27 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um at­kom­una í Lista­skála­num: – Vit vilja eisini síggja list

59 minuttir síðan
Tíðindi

Føroysk jólagudstænasta í Aalborg sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj billøðistøð á Strondum

1 tími síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember tapti fyri Týsklandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg hevði ikki tryggjað sær nýggjan meiriluta

2 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop ímóti St. Pætursborg – ein persónur særdur

3 tímar síðan
Tíðindi

Streymurin kann gerast tíggju prosent dýrari næsta ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú skulu tey sum eiga tóm hús í Vest­manna eisini gjalda

3 tímar síðan
Tíðindi

Grót og grús stongdu Fjøruvegin í Leirvík

4 tímar síðan