Ein íbúðarblokkur er raktur, og ein kvinna er løstað eftir at dronur raktu tveir ymiskar býarpartar í St. Pætursborg í nátt.
Tað upplýsa lokalu myndugleikarnir í býnum.
Russiska tíðindastovan Tass boðar frá, at økini vórðu rakt av leivdum frá oyðiløgdum dronum.
Seinastu tíðina hevur Ukraina framt fleiri málrættað dronuálop langt inni í Russlandi.
Ukraina hevur eisini lopið á russisk skip, eitt nú í Finsku Víkini og í Libya í A>frika.
Keldur til hesi tíðindi í morgun eru russiska tíðindastovan Tass og NTB, sum endurgevur.