info
Ongi úrslit

Størri íløgur og útreiðslur til vælferð í Klaksvík

Skattaprosentið lækkar og týðandi íløgur verða raðfestar í komandi fíggjarári í Klaksvíkar kommunu

Vilmund Jacobsen
27. november 2026 kl. 12:17

Klaksvíkar býráð samtykti hóskvøldið uppskotið til fíggjarætlan fyri 2027. Samtykt er at geva borgarum í kommununi ein skattalætta, samstundis sum framhaldandi verður raðfest at menna kommununa við stórum og spennandi íløgum.

Skattaprosentið verður lækkað úr 20,75 prosentum niður í 20,50 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 krónum upp í 9.000 krónur. Samlaða skattalættin svarar til umleið 5,4 milliónir krónur.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 437,2 milliónir, sum er ein vøkstur á 6,9 prosent samanborið við 2026. Rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 331,3 milliónir. Fíggjarætlanin javnvigar við einum avlopi á 427.000 krónur.

Í 2027 eru 67,9 milliónir .settar av til stórar og spennandi íløgur, og millum størstu verkætlanirnar eru:

  • Víðkan av keiøkinum á Grótrætt (8 mió. kr.)

  • Útbygging av ítróttarøkinum (7 mió. kr. til tørvsmeting og projektering)

  • Sjógvhitaverkætlan (7 mió. kr.)

  • Spillivatnsætlanin (6,5 mió. kr.)

  • Miðbýarøkið og Vágsáin (5 mió. kr.)

  • Oyggjaleikir 2027 (4 mió. kr.)

  • Útbygging av frítíðarskúlanum Snjallubjallu (4 mió. kr. til projektering og útboð)

Á eldraøkinum er 2,4 milliónir settar av til keyp av lendi til nýggjan eldradepil Úti í Grøv, umframt dagføringar á Heiminum við Vágna og nýggj høli til deildarleiðarar hjá ergoterapeutum.

Útreiðslurnar til vælferðartænastur vaksa framvegis. Millum annað hækkar gjaldið til Norðoya Bú- og Heimatænastu við góðum 10 milliónum samanborið við 2026. Eisini eru hægri útreiðslur til barnaansing og barnavernd.

- Samanumtikið vísir fíggjarætlanin fyri 2027, at kommuna hevur ein sunnan og støðugan rakstur, við framhaldandi vøkstri í inntøkunum.

Í Klaksvíkar kommunu leggja tey aftrat, at hetta gevur kommununi møguleika bæði at lætta um skattabyrðuna hjá borgarunum, raðfesta vælferðartænasturnar og gera neyðugar íløgur í framtíðar menningina av kommununi.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

38 fráboðanir um brek á norskum alibrúkum

11 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsumiðstøðin í Suðuroy verður á Tvøroyri

24 minuttir síðan
Tíðindi

Birgir Nielsen: – Vit fara ikki uppí uttan at fáa greiða ávirkan

33 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um at­kom­una í Lista­skála­num: – Vit vilja eisini síggja list

59 minuttir síðan
Tíðindi

Føroysk jólagudstænasta í Aalborg sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj billøðistøð á Strondum

1 tími síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember tapti fyri Týsklandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Elsa Berg hevði ikki tryggjað sær nýggjan meiriluta

2 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop ímóti St. Pætursborg – ein persónur særdur

3 tímar síðan
Tíðindi

Streymurin kann gerast tíggju prosent dýrari næsta ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú skulu tey sum eiga tóm hús í Vest­manna eisini gjalda

3 tímar síðan
Tíðindi

Grót og grús stongdu Fjøruvegin í Leirvík

4 tímar síðan