info
Ongi úrslit

Elsa Berg hevði ikki tryggjað sær nýggjan meiriluta

Borgarstjórin í Havn hevði ikki tryggjað sær ein nýggjan meiriluta, tá hon sleit samstarvið við Javnaðarflokkin. Nú roynir hon at finna eitt samstarv, sum kann halda næstu tvey árini.

Eirikur Lindenskov
27. november 2026 kl. 09:55

Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, váttar, at hon arbeiðir við at finna ein nýggjan meiriluta í býráðnum. Spurd, um hon hevði tryggjað sær meirilutan, áðrenn hon sleit samstarvið við Javnaðarflokkin, svarar hon nei.

Borgarstjórin sigur, at fleiri møguleikar eru, og at tað ber til at samstarva breitt. Hon hevur enn ikki gjørt av, um samstarvið skal fevna um tveir býráðslimir afturat ella fleiri.

Spurd, um hon kannar møguleikan fyri samstarvi við Fólkaflokkin ella Kommunulistan, sigur Elsa Berg, at hon kannar møguleikarnar, og at tað gongur væl. Hon sigur einki um, hvørjar flokkar hon tosar við.

Nevndirnar skulu skipast av nýggjum

Býráðsnevndirnar skulu skipast av nýggjum, og næsti býráðsfundur verður um tvær vikur. Elsa Berg vil ikki gera viðmerkingar til, um hon væntar, at nevndirnar verða skipaðar á tí fundinum.

Spurd, um hon hevur fyrireikað seg upp á at standa eftir í minniluta, sigur Elsa Berg, at avgerðin um at slíta samstarvið var væl umhugsað. Hon vísir á, at býráðslimir samstarva, og heldur, at tað eigur at bera til at finna eina loysn.

– Men tú arbeiðir við at finna ein nýggjan meiriluta?

– Ja!

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

38 fráboðanir um brek á norskum alibrúkum

11 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsumiðstøðin í Suðuroy verður á Tvøroyri

24 minuttir síðan
Tíðindi

Størri íløgur og útreiðslur til vælferð í Klaksvík

27 minuttir síðan
Tíðindi

Birgir Nielsen: – Vit fara ikki uppí uttan at fáa greiða ávirkan

33 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um at­kom­una í Lista­skála­num: – Vit vilja eisini síggja list

59 minuttir síðan
Tíðindi

Føroysk jólagudstænasta í Aalborg sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj billøðistøð á Strondum

1 tími síðan
Hondbóltur

Frakland sum Føroyar møta 7. desember tapti fyri Týsklandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop ímóti St. Pætursborg – ein persónur særdur

3 tímar síðan
Tíðindi

Streymurin kann gerast tíggju prosent dýrari næsta ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú skulu tey sum eiga tóm hús í Vest­manna eisini gjalda

3 tímar síðan
Tíðindi

Grót og grús stongdu Fjøruvegin í Leirvík

4 tímar síðan