info
Ongi úrslit

Frakland sum Føroyar møta 7. desember tapti fyri Týsklandi

Frakland var aftanfyri við 12 málum í steðginum

Mynd: Ritzau Scanpix
Heri Á. Simonsen
27. november 2026 kl. 10:15

Annar dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í innleiðandi bólki E hondbólti í EM-endaspælinum verður leiktur móti Fraklandi.

Dysturin móti Fraklandi verður leiktur í Katowice í Póllandi, mánakvøldið 7. desember klokkan 19.30.

Hóskvøldið spældi Frakland venjingardyst móti týsku EM-silvur vinnarunum í Porsche Arena í Stuttgart.

Í steðginum var Týskland á odda heili 20-8. Týskland slakaði nakað í seinna hálvleiki, so Frakland slapp at pynta um støðuna. Dysturin endaði 32-27 til Týskland.

Toppskjúttar hjá Týsklandi vóru Antje Döll við sjey málum og Annika Lott við fimm málum.

Toppskjútti hjá Fraklandi við sjey málum var Sarah Bouktit.

Týskland og Frakland spæla aftur venjingardyst í morgin klokkan 14.30.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

38 fráboðanir um brek á norskum alibrúkum

11 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsumiðstøðin í Suðuroy verður á Tvøroyri

24 minuttir síðan
Tíðindi

Størri íløgur og útreiðslur til vælferð í Klaksvík

27 minuttir síðan
Tíðindi

Birgir Nielsen: – Vit fara ikki uppí uttan at fáa greiða ávirkan

33 minuttir síðan
Tíðindi

Kaj Leo um at­kom­una í Lista­skála­num: – Vit vilja eisini síggja list

59 minuttir síðan
Tíðindi

Føroysk jólagudstænasta í Aalborg sunnudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj billøðistøð á Strondum

1 tími síðan
Tíðindi

Elsa Berg hevði ikki tryggjað sær nýggjan meiriluta

2 tímar síðan
Tíðindi

Dronuálop ímóti St. Pætursborg – ein persónur særdur

3 tímar síðan
Tíðindi

Streymurin kann gerast tíggju prosent dýrari næsta ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú skulu tey sum eiga tóm hús í Vest­manna eisini gjalda

3 tímar síðan
Tíðindi

Grót og grús stongdu Fjøruvegin í Leirvík

4 tímar síðan