info
Ongi úrslit

Akranes fekk sjógv á veg heim úr Íslandi

- Nakrir trailarar við fiski eru rósaðir og hava fingið skaða, men her er tíbetur eingin mansskaði, sigur stjórin í Smyril Line

Vilmund Jacobsen
6. desember 2024 kl. 10:15

Tað hevur verið illveður seinastu dagarnar, og soleiðis hevur eisini verið á leiðini millum Føroyar og Ísland.

Skipið Akranes hjá Smyril Line, sum var á veg úr Torlakshøfn í Íslandi til Føroya, fekk á leiðini úr Íslandi ein stóran sjógv.

- Tíbetur var eingin fólkaskaði, men nakrir trailaravognar við fiski fingu skaða, og fiskurin rósaði og hevur fingið løstir í viðferðini.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, sigur, at Akranes fekk sjógvin nakað eftir, at skipið var farið úr Íslandi.

- Akranes liggur nú á Havnini, og nú skulu skaðarnir sýnast, bæði trailaravognar og góðs, sigur hann.

Siglingarleiðin hjá Akranesi er úr Torlakshøfn til Føroya, og síðan fer skpið úr Føroyum niður til Rotterdam.

- Her verður eitt stórt upptak, áðrenn leiðin ber víðari, men vit hava vónir um, at skipið kann loysa einaferð seinni í dag, sigur stjórin í Smyril Line.

Jens Meinhard Rasmussen sigur, at tað var á ovasta dekkinum av trimum á Akranesi, at trupulleikar vóru í illveðrinum.

- Tað er ikki óvanligt, at skip fáa sjógv á vetrardegi, men vit royna altíð at tryggja góðsið umborð sum best, sigur stjórin í Smyril Line.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

39 minuttir síðan
Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

55 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

1 tími síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

4 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

6 tímar síðan
Tíðindi

Hesi minningarhald verða í Sunda kommunu

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

8 tímar síðan
Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

8 tímar síðan