OpenAI, sum stendur aftan fyri ChatGPT, lat fríggjadagin inn sítt svar í rættarmálinum, sum Apple reisti í summar. Tað skriva Reuters og AFP við støði í rættarskjølum.
Apple heldur uppá, at tvey fyrrverandi starvsfólk tóku vinnuloyndarmál við sær, tá tey fóru í starv hjá OpenAI. Bæði OpenAI og tey bæði starvsfólkini vísa pástandinum aftur.
Í svarinum heldur OpenAI uppá, at Apple fekk fatur á trúnaðarupplýsingum gjøgnum eitt starvsfólk, sum arbeiddi hjá OpenAI í seks mánaðir, áðrenn tað fór aftur í starv hjá Apple. OpenAI heldur eisini uppá, at Apple hevur grundað rættarmálið á óheimilað eftirlit við tólum hjá fyrrverandi starvsfólkum.
OpenAI hevði áður biðið rættin vísa málinum frá sær, men tók ta umbønina aftur fríggjadagin, skrivar AFP.
Apple vísir pástandunum aftur
Í einari viðmerking til Reuters vísir Apple nýggju pástandunum aftur og sigur, at svarið hjá OpenAI er ein roynd at beina ansin burtur frá sjálvum málinum.
Sambært Reuters heldur OpenAI uppá, at 400 fyrrverandi Apple-starvsfólk eru farin í starv hjá OpenAI. Felagið metir, at Apple við rættarmálinum roynir at trýsta starvsfólk til at verða verandi.
Apple og OpenAI hava samstarvað síðani 2024, tá ChatGPT varð gjørt tøkt í fleiri av vørunum hjá Apple. OpenAI arbeiðir nú við at menna síni egnu tól, og sambært AFP kann tað herða kappingina millum feløgini.
Ritzau / Reuters / AFP