info
Ongi úrslit

Norskt reiðarí verður revsað fyri 2,1 kilo av kalva

Øystein Angelsen, skipari, ristir við høvdinum og vísir á, at 2,1 kilo er minni enn ein heilur fiskur

Vilmund Jacobsen
27. november 2026 kl. 22:40

Eitt norskt garnaskip skal nú gjalda eina stóra bót fyri at hava fiskað 2,1 kilo av kalva og nakað av hvítingi ov nógv, og bótin kemur heilar 21 mánaðir eftir, at fiskurin varð avreiddur.

Í Noregi er kalvin friðaður frá 20. desember til 20. apríl, og garnaskip og línubátar hava bert loyvi at hava eitt prosent í hjáveiði um vikuna.

Alt, sum fer út yvir hetta, verður roknað sum ovveiða.

Hetta fekk norska garnaskipið Angelsen Senior úr Lofoten at sanna, tá reiðaríið herfyri fekk eina rokning frá norska Råfisklaget á slakar 32.500 krónur í okkara peningi.

Hetta skriva norsku miðlarnir, Kyst og Fjord og Lofotposten í dag.

Bótin snýr seg millum annað um, at garnaskipið í januar í 2025 avreiddi 2,1 kilo av kalva meira enn loyvda hjáveiðimarkið. Harumframt hevði skipið ov nógva hjáveiðu av hvítingi í september í fjør.

Trupulleikin er bara, at avgerðin um at inndraga virðið ikki kom fyrr enn nú – heili eitt ár og níggju mánaðir eftir, at kalvin varð landaður og langt aftaná, at hýrurnar vórðu avroknaðar við manningina.

Øystein Angelsen, skipari og partaeigari í reiðarínum, ristir við høvdinum at mannagongdini. Reiðaríið kærdi avgerðina og vísti á, at 2,1 kilo svarar til minni enn ein heilur fiskur, og at málsviðgerðartíðin hevði verið alt ov long.

Norges Råfisklag hevur nú svarað kæruni. Tey harmast um, at tað hevur tikið so langa tíð at avgreiða málið, men sýta kortini fyri at ganga kæruni á møti.

Råfisklaget vísir á, at útrokningarnar av hjáveiðu verða gjørdar við maskinu, og at reglurnar eru greiðar. Tí stendur kravið á 32.429 krónur í okkara peningi - ella 46.553 norskar krónur - við.

– Råfisklaget harmast um tíðina, men gevur okkum ikki viðhald. Hetta er júst soleiðis, sum øll okkara fiskivinnufyrisiting er, sigur skiparin, Øystein Angelsen, við Kyst og Fjord.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

U17: Flottur endaspurtur tryggjaði Føroyum sigur á Ísrael

38 minuttir síðan
Tíðindi

Fyrr og nú

1 tími síðan
Tíðindi

Grundøki í Nes kommunu til sølu til íbúðarbygging

1 tími síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

2 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Reisigildi á Listasavni Føroya

2 tímar síðan
Tíðindi

Zamar gevur út jólasangin „Jólakvøld“

3 tímar síðan
Tíðindi

Marcus & Martinus á Summar Festivalin

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Lat tað Vera jól

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu vit panta sodavatn og vín á sama stað

3 tímar síðan
Hondbóltur

Magnus var næstbesti málskjúttin hjá Mors-Thy

3 tímar síðan
Tíðindi

Íverkseti á Fair Isle fingið stóra viðurkenning

4 tímar síðan