info
Ongi úrslit

At lesa bløðini á netinum

Birgir Kruse
21. apríl 2026 kl. 08:59

Javnan gongur upp fyri mær, hvussu lítil pondus, tign og sómi, er í mentan. Nú er tað savnið við føroyskum bløðum, sum eftir blaðdeyðan, skal dragast gjøgnum ein deyða afturat, hin talgilda deyðan, sum higartil hevur lyft bløðini inn í hvørja føroyska stovu.

Á móðurmálsdegnum í 2015, tá skipanin alment varð tikin í brúk, skrivaði eg henda blogg, har fleiri siga frá um nyttuna í skipanini. Og hon er ikki minni í dag, nyttan at sleppa at lesa føroysku bløðini. Og uppaftur størri hevði hon verið, um mentapolitikarar kundu tikið stig til at menna skipanina, so hon kundi leitað enn betri, og støðugt verið útbygd, eisini eftir aldarskiftið, í samstarvi við bløðini, sum árini gingu. Hetta eiga avvarðandi mentapolitikarar at taka til sín og síggja til, tjóðini at frama, at hon ikki dettur niðurfyri, skipanin.

- Tøkniligi pallurin, sum tidarrit.fo liggur á, verður tíverri niðurlagdur. Atgongd verður framyvir umvegis eina aðra skipan, men fyribils einans inni á Landsbókasavninum. Sostatt fer tað ikki at bera til, at sita heima við telduna og leita í gomlu føroysku bløðunum. Hetta hava fleiri annars havt stóra gleði av síðani skipanin kom fyri nøkrum árum síðani. Soleiðis ljóða fremstu og ovastu tíðindi á breddanum hjá Landsbókasavnið.

Í dag kundi ein spurt, um royndir hava verið gjørdar at spyrja føroyskar KT-veitarar um pallurin kann yvirtakast, ella um ein tíðaravmarkað millumloysn kann finnast.

Skipanin, sum er norsk-svensk, eitir Retriever og er í dag løgd saman við danska Infomedia. So her er eitt klokkuklárt norðurlendskt mál at loysa hjá okkara kosnu fólkum í almennum norðurlendskum høpi.

 Í tí anda seti eg inn leinkið til bloggin frá móðurmálsdegnumí 2015, tá skipanin varð tikin í brúk.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

23 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

4 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

37 minuttir síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

52 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

1 tími síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

1 tími síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

2 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

2 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

3 tímar síðan
Tíðindi

Barnaútvarpið innstillað til altjóða virðisløn

4 tímar síðan
Tíðindi

Ukraina sigur seg hava rakt seks russisk bumbuflogfør

4 tímar síðan