Í samgonguskjalinum hjá ABC-samgonguni stendur, at fólk skulu ikki áleggjast fleiri skattir og avgjøld.
Tað er ordiliga gott. Men so hevði mann vónað at tey hildu orð.
Men samgongan er snild. Sera snild.
Samgongan ætlar at innfría síni vallyftir um at trekkja fakfelagsgjaldið frá í skatti, og at hækka samdøgurs- og uttanlandsfrádráttin.
Hetta fer at kosta meira enn 60 milliónir, og enn einaferð turkar mann eina rokning á 24,3 milliónir á kommunurnar.
Onkrastaðni skulu hesir pengarnir koma frá. Og um tú ikki hevur roknað tað út enn, kæri lesari, so er tað tú sum kemur at rinda.
Tí samgongan fer at fíggja hetta við einum sníkiskatti, sum gevur landinum 70 milliónir inn í skatti í 2027.
Snilda sníkiskattasamgongan velur at útseta javningina av skattastiganum. Javningin ger, at tú ikki sjálvvirkið rindar meira skatt hvørt ár, bara tí at lønirnar vaksa. Samgongan ætlar at ongin slík javning verður í 2027, og harvið fáa tey tikið meira inn í skatti til at fíggja vallyftini til sínar veljarar.
Tí fær landið 70 milliónir inn frá vanligum skattagjaldarum afturat í 2027 til at raðfesta fyri. Rokningina fyri vallyftini fær tú sum vanligur skattagjaldari.
Hetta er snilt. Hetta er enntá so snilt, at fíggjarmálaráðið kennir seg noytt til at viðmerkja, at tey ongantíð fyrr hava nevnt vantandi javning sum inntøkukeldu í einum lógaruppskoti.
Soleiðis kann tað vera langt millum orð og gerðir.
Bjarni Kárason Petersen
Løgtingslimur