Hvør ætt er ringast í Havn?
Landsynningur?
Skeivt. Tað var tað, men síðani Tórsh.havn er bygd út, og Molin er longdur til 420 m, er landsynningur ikki ringasta ætt í Havn. Nú er Havnin blivin kyrrupláss. Kyrruplássið er gjørt við pengum, sum eru vunnir fyri tænastur fyri føroysk og útlendsk reiðarí.
At Tórsh.havn er blivin kyrrupláss, er ein betri tænasta til kundarnar í butikkini. Og sjálvandi eru tað kundarnir í butikkini, sum í síðsta enda rinda fyri útbyggingarnar. Soleiðis er tað í øllum fyritøkum. Vunnir pengar verða brúktir at styrkja fyritøkuna ella at veita kundunum betur tænastu. Broytingar gera, at allar fyritøkur mugu investera í seg sjálvar. Allar.
Árni Skaale eigur Look North, sum byggir út í hesi løtu, so hann veit tað.
Ben Arabo rekur eina almenna fyritøku, og veit tað ikki!
Tá Ben sigur, at Tórsh.havn kanska kann fáa havnagjald, til útleggið fyri útbyggingarnar er afturkomið, svarar tað til, at tey, sum læna pengar úr Framtaksgrunninum, einans rinda læntar pengar aftur. Men onga rentu.
Tað líkist ongum, at ein almennur stovnur, sum Framtak, skal liggja og mergsúgva smáar fyritøkur. Tey átti at lænt pengarnar rentufrítt. Ha?
Men Framtaksgrunnurin hevði nokk ikki livað leingi eftir tað. Og tí krevur hann rentu.
Tórshavnar havn er ein vinnuhavn, og hon hvílir í sær sjálvari, og einki “yvirskot” verður flutt av kaiini. “Yvirskotið” verður brúkt á kaiini og m.a. til brimgarðin. Hygg at brimgarðinum uttanfyri landshavnina Skopunar havn, um tú vilt vita, hvat hendir, tá røktin manglar.
Tað eru nógvar betringar, vit kundu hugsað okkum at gjørt, men pengar eru ikki til tað, tí anleggið skal fyrst og fremst røkjast.
Fellur havnin í órøkt, er deyðin í durinum, og vit kunnu seta seymin í hurðina.
Men kanska er tað tað, sum Føroya løgting vil hava, nú hetta aftur er ein av mongum útreiðslum, sum skulu flytast yvir á kommunurnar.
Eg kann tó siga løgtinginum, at um Tórsh.havn ikki hevði bygt út í tøkum tíma, hevði eingin havn í landinum verðið klár til tað nýggju tíðina, sum reiðaríðini longu vóru ein partur av. Framgongdin og útbyggingin í Føroyum hevði tí ikki verið tann sama, sum hon hevur verið.
Grótið, sum liggur uttanfyri Fjørðuvegin í Runavík, tað úr Sandoyartunlinum, er góðar 40.000m2 í vídd. Síðsta útbyggingin hjá Tórsh.havn er yvir 96.000!
Mærsk segði: “Den som har evnen, har også plikten”. Og hvør onnur havn skuldi tikið hasa pliktina á seg uttan Tórsh.havn? “Evnen” merkir øll møgulig evni. Framskygni er eitt av teimum.
Erhard Joensen vil hava skipini at sigla á Vág aftur. Men Erhard. Hugsa um hvat súreplini høvdu kosta, um eitt heilt skip skuldi koma á Vág við vøru til 1318 fólk.
Øll shippingvinna í heiminum arbeiðir soleiðis. Tey stóru bingjuskipini fara bara til tær stóru havnirnar. Smærri skip fara síðani til smærri havnir, og so koyra bilar víðari.
Eingin í Tórsh.havn hevur bestemma, at skipini skulu higar. Tí Tórsh.havn rekur ikki shippingvinnu. Hon rekur eina havn, og serviserar tey skip, sum hava áhuga í at koma higar.
Einasta onnur havn, sum hevur spíla seg út í kappingini um farm, er Runavíkar havn. Og so Vágs havn akkurát nú.
Kappingin er hørð. Kollafjørður tapti t.d. ímóti Runavík, tí skipini fara, har tað loysir seg best hjá teirra kundum og tí eisini hjá skipunum.
Men tað stutta av tí langa er, at Tórsh.havn hevur gjørt stórar íløgur, og tað er ikki órímiligt, at taka gjald frá teimum, sum brúka hesar íløgurnar.
Landsstýrið skal spara pengar, og tá man kann lóggeva seg til sparingar, er tað lættari enn at vera framskygdur. Kommunukassarnir eru nógvir, og ein shillingur úr hvørjum ger eisini mun.
Hetta er ikki tað fyrsta, og heldur ikki síðsta álopið á kommunurnar.
Trúgvið mær.
Guttormur í Skála