Seinnapartin klokkan 16.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið hálvfinalu í Baltic Cup móti Estlandi.
Dysturin verður spældur í Paide í Estlandi.
Dysturin kann stroymast her: https://jalgpall.ee/koondis/7/tournament/628
Í hinari hálvfinaluni møtast Lettland og Litava.
Finalan og dysturin um triðja plássið vera leiktir týsdagin.
Seinastu tvær ferðirnar hevur Estland vunnið tveymálssigrar á Føroyum. Í fjør vann Estland 2-0 á Føroyum, og í 2022 vann Estland 3-1 á Føroyum. Á sumri í 2021 vunnu Føroyar 2-1 á Estlandi. Í 2020 og í 2016 endaði tað við javnleiki millum liðini, ávikavist 1-1 og 2-2.
Fýra veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Estland sum favoritt.
Oddsini upp á estlendskan sigur liggja millum 1,71 og 1,72.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 3,81 og 3,88.
Oddsini upp á javnleik (aftaná vanliga leiktíð) liggja millum 3,65 og 3,80. (Verður javnleikur verður brotssparkskapping aftaná)