Tað, sum í Íslandi verður lýst sum eitt álvarsligt frávik frá trygdarreglunum, líkist í stóran mun vanligu arbeiðsumstøðunum hjá føroysku tyrlubjargarunum.
Øll seks av manningini á íslendsku bjargingartyrluni skuldu vera samd um at seta trygdarreglurnar til viks, tá tey mikukvøldið fóru 60 fjórðingar til havs at bjarga manningini á íslendska fiskiskipinum Jökull.
Tvær av teimum trimum íslendsku bjargingartyrlunum vóru ikki flúgviklárar.
Sambært trygdarreglunum hjá íslendsku sjóverjuni, kann ein bjargingartyrla ikki fara longri enn 20 fjórðingar úr landi, um eingin onnur fullmannað bjargingartyrla er tøk.
Reglan, sum eisini er lýst í einari frágreiðing hjá íslendsku ríkisgrannskoðanini frá 2022, skal tryggja, at hjálp er tøk, um bjargingartyrlan sjálv kemur í neyð.
Tvær tyrlur og ein manning
Í Føroyum hava vit tvær bjargingartyrlur, men bara eina tyrlumanning á vakt. Eingin føst eykavakt er.
Kortini skulu føroysku bjargingartyrlurnar bæði dag og nátt kunna flúgva 200 fjórðingar til havs, arbeiða í 30 minuttir og flúgva heimaftur. Tað stendur í tyrlusáttmálanum frá 2015.
Í november í fjør greiddi tyrluovastin hjá Atlantsflogi, Hans Erik Jakobsen, altjóða tyrlufakblaðnum HeliOps frá, at føroyska tyrludeildin hevur níggju flogskiparar og sjey bjargarar og spæloperatørar. Ein føroysk bjargingarmanning telur vanliga fýra fólk.
Bara ein tyrla í tríggjar mánaðir
Í ársfrágreiðingini fyri 2023 vísir Landsgrannskoðanin á, at størri viðlíkahaldsarbeiði á tyrlunum kunnu taka upp í tríggjar mánaðir, og at bara ein tyrla tá er tøk tað tíðarskeiðið.
Sambært viðlíkahaldsætlanini í tyrlusáttmálanum, kann onnur tyrlan vera úr rakstri í millum níggju og 40 dagar um árið. Harumframt koma óvæntað brek og eftirlit.
Landsgrannskoðanin spurdi leiðsluna á Vørn, hvat verður gjørt, um nakað er áfatt við tyrluni, sum er á flogi, meðan hin er til eftirlit.
Svarið frá Vørn var, at í slíkum føri er bara ein tyrla.
Danska sjóverjan kann stundum traðka til, men sambært Vørn, tekur tað so langa tíð at gera donsku tyrluna klára til flúgving, at hon ikki er ein loysn í bráðfeingis støðum.
Javnan langt til havs
Føroysku tyrlumanningarnar verða javnan boðsendar til skip, sum eru fleiri ferðir longri úr landi enn teir 20 fjórðingarnar, ið eru markið í íslendsku trygdarreglunum.
Í januar í 2017 bjargaði føroyska bjargingartyrlan OY-HIL øllum tíggju monnunum á garnaskipinum Vesturlandi, sum eldur var komin í umleið 100 fjórðingar vestan fyri Føroyar.
Almennu skrásetingarnar hjá MRCC vísa fleiri nýggjari dømi um sjúkraflutningar av skipum langt til havs.
Í oktober 2023 var boð eftir tyrluni til ein russiskan trolara 230 fjórðingar norðan fyri Føroyar. Í mars í fjør var talan um eitt farmaskip 110 fjórðingar úr Føroyum og í juli í fjør ein russiskan trolara 200 fjórðingar úr Føroyum.
So seint sum 3. november í ár flutti bjargingartyrlan ein skaddan sjómann av einum bretskum trolara, sum var staddur 45 fjórðingar suður úr Akrabergi.
Skipini fáa tó ofta boð um at sigla móti Føroyum, meðan tyrlan er á veg. Frástøðan úr landi, har sjálv bjargingin fer fram, kann tí vera styttri.
Skrásetingarnar hjá MRCC siga heldur ikki, um hin tyrlan var flúgviklár, tá bjargingaruppgávurnar vórðu framdar.
Bjargaðu 14 monnum á Kambi
Tá føroyska frystilínuskipið Kambur sakk sunnan fyri Føroyar 6. februar í 2024, bjargaði føroyska tyrlumanningin 14 av teimum 16 monnunum, sum vóru við skipinum.
Tyrlan tók fyrst 13 mans av skipinum, sum hevði lagt seg á liðina. Síðani mátti hon til lands við monnunum og at taka brennievni, áðrenn hon fór útaftur og bjargaði einum manni aftrat.
Tveir mans komu ongantíð afturíaftur.
Bæði Kambur og Jökull sukku, eftir at sjógvur var komin inn í skipini gjøgnum eina lúku. Í báðum førum eydnaðist einari tyrlumanning at bjarga 14 sjómonnum undir sera krevjandi umstøðum.
Viðhvørt ongin tyrla
Í januar í fjør vóru Føroyar í tveir dagar heilt uttan egna bjargingartyrlu, tí onnur tyrlan var til viðlíkahald, meðan hin fekk brek.
Nevndarformaðurin í Atlantsflogi, Niels Mortensen, segði tá við Kringvarpið, at tríggjar tyrlur eru neyðugar fyri at tryggja, at í minsta lagi ein tyrla altíð er tøk.
Í Føroyum hevur kjakið sostatt snúð seg um at tryggja, at ein tyrla altíð er tøk at bjarga sjómonnum. Í Íslandi snýr kjakið seg eisini um at tryggja, at ein onnur tyrla er tøk at bjarga sjálvum bjargarunum.
Sambært íslendsku ríkisgrannskoðanini, krevjast fýra tyrlur og átta tyrlumanningar fyri at kunna lúka íslendsku trygdarreglurnar alt árið.
Á íslendska stjórnarfundinum fríggjamorgunin varð gjørt av at skunda undir arbeiðið at útvega eina fjórðu bjargingartyrlu, sum eftir ætlan skal hava støð á Akureyri.
Í løtuni eru tvær íslendskar bjargingartyrlur tøkar umleið 60 prosent av árinum. Við einari fjórðu tyrlu og einari sjeyndu tyrlumanning verður mett, at hetta talið kann hækka upp í millum 95 og 98 prosent.
Nýggjur tyrlusáttmáli á veg
Meðan íslendingar nú styrkja sína tyrlutilbúgving, arbeiðir føroyska landsstýrið við einum nýggjum langtíðarsáttmála við Atlantsflog um tyrlutænastuna.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 verður helst neyðugt at leingja fyribils sáttmálan fyri 2026 eitt ár aftrat, meðan arbeitt verður við nýggja sáttmálanum, har møguleiki verður at gera størri broytingar í tænastuni.
Í ár rindar landið Atlantsflogi 48,8 milliónir krónur fyri tyrlutænastuna. Av hesum eru 33,1 milliónir krónur fyri tilbúgvingina.
Atlantsflog vil ikki gera viðmerkingar
Tyrlusáttmálin frá 2015 liggur alment frammi, men fylgiskjalið við operativu mannagongdunum fyri leiting og bjarging er ikki við.
Tyrluovastin hjá Atlantsflogi, Hans Erik Jakobsen, vil ikki gera viðmerkingar til spurningarnar hjá in.fo um trygdina hjá føroysku tyrlumanningunum. Hann vísir til Vørn, MRCC og Fiskimálaráðið.
In.fo hevur biðið um innlit í galdandi tyrlusáttmála, operativu trygdarreglurnar og skrásetingar av bjargingarferðum langt til havs í teimum tíðarskeiðum, tá bara ein bjargingartyrla hevur verið tøk.
Enn er ikki greitt, hvørji ítøkilig operativ trygdarkrøv verða sett til føroysku tyrlumanningarnar í slíkum førum.
Men kemur føroyska bjargingartyrlan sjálv í neyð langt til havs, er eingin onnur tyrlumanning á vakt, sum kann traðka til. Er hin tyrlan til eftirlit ella umvælingar, kann hjálpin í fyrstu atløgu vera avmarkað til skip á leiðini.
Vanlukkan við Jökull hevur víst, hvussu trupult tað kann vera at bjarga fólki úr sjónum í ringum veðri.
Meðan íslendingar nú styrkja tilbúgvingina fyri at tryggja, at ein onnur bjargingartyrla kann koma bjargarunum til hjálpar, skulu føroysku tyrlubjargararnir kunna bjarga mannalívum 200 fjórðingar úr landi, uttan at teimum sjálvum er tryggjað samsvarandi tyrluhjálp.