info
Ongi úrslit

Battarírikin plenuklippari ella tólmenni?

Nú battaríini er vorðin so góð, er ikki neyðugt at sláa gras, klippa greinar ella skera trø við amboðum, sum eru rikin við fossilari orku – ei heldur við el-orku, har leidningurin hongur sum ein marra afturút

Vilmund Jacobsen
23. apríl 2024 kl. 12:23

Ert tú troytt/-ur av at hoyra plenuklipparan, sum er drivin við bensini ella el – ella troyttast tú av keðiligu ristingunum, sum kunnu gera, at tú næstan missir kensluna í hondum og ørmum?   

Um so er, er loysnin at keypa tær ein plenuklippara, sum er battarírikin. 

Hvør hevur ikki hoyrt larmin ein góðan summardag, tá grannin slær gras, og hetta ongan enda tykist taka? 

Tú sigur einki, tí næsta dag er tað kanska tú sjálvur, sum ert rikin á dyr við plenuklipparanum, tí nú vil konan hava, at grasið verður sligið.

Øll, sum hava eina grasplenu, vita, at tá summarið nærkast, og vøksturin er bestur, skal grasið javnan sláast.

Tað fossila steðgar
Trendurin er, at fossila orkunýtslan skal halda uppat, og tað eru økir í øðrum londum, har tað beinleiðis er bannað at sláa gras við bensinriknum plenuklippara, bæði fyri egna vælveru og fyri umhvørvi.
Onkrastaðni eru eisini treytir um, at tú fert ikki út um við einum larmandi plenuklippara eftir ávísa klokkutíð um kvøldið.
Grannin tímir ikki at hoyra ein larmandi plenuklippara eitt góðveðurskvøld.
Í dag, nú battaríini er vorðin so góð, er heldur ikki neyðugt at sláa gras, klippa greinar ella skera trø við amboðum, sum eru rikin við fossilari orku – ei heldur við el-orku, har leidningurin hongur sum ein marra afturút.

Keyp Husqvarna
Rasmus Magnussen, sum eigur fyritøkuna, RasMagn, hevur umboð upp á battarírikin Husqvarna-amboð til urtagarðar, runnar og trø, og her eru eisini størri ketusagir, sum kunnu kuta størri trø niður.
- Uppi í konseptinum, sum eg umboði, eru eisini tólmenni - ella grasrobottar - sum eru forritaðir til tær uppgávur, sum fólk ynskja. 
Hann vísir á, at tólmenni veit, nær farast skal út á vøllin at sláa gras og fólk, sum hava keypt sær hesar, halda, at hetta er eitt fantastiskt amboð.
Rasmus Magnussen sigur, at hann eitt nú hevur selt battaríriknar plenuklipparar og sagir til runnar og trø til veitarar, sum taka sær av urtagarðsrøkt, og hann hevur fingið góðar afturmeldingar.

Eitt dygdarmerki 
Husqvarna er dygdarmerki og fólk, sum hava hug at vita meira um teir møguleikar, sum her eru við battaríriknum tólum til urtagarðin, eru hjartaliga vælkomin at spyrja seg fyri.
- Setið tykkum í samband við meg á tlf. 211200 – ella sendið mær ein teldupost á [email protected]
Rasmus Magnussen leggur aftrat, at um lesarar hava hug, ber eisini til at leita inn á donsku heimasíðuna – www.husqvarna.dk

 

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

15 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

7 minuttir síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

44 minuttir síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

1 tími síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

1 tími síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

2 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

3 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

9 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

9 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

10 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

11 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

11 tímar síðan