Mansliðið hjá H71 hevur framt eitt tað størsta bragdið eitt føroyskt felagslið hevur framt í evropeiskum hondbólti.
H71 hevur í Hoyvíkshøllini vunnu ein samlaðan 62-61 sigur á fjórðfremsta liðnum í Póllandi, Ostrovia, hvørs leikarar liva av at spæla hondbólt.
Í kvøld tapti H71 við einum máli, 29-30 fyri Ostrovia, men hoyvíkingar vunnu 33-31 í tí fyrra dystinum ígjár, og tí fer H71 víðari til áttandapartsfinalurnar í European Cup við einum samlaðum 62-61 sigri.
Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.
Aftur í kvøld gekk stórtalentið, Boas Ellefsen á Skipagøtu undan við at skjóta 10 mál og leggja upp til fimm mál. Boas hevur í hesum báðum dystunum móti Ostrovia skotið 21 mál, og hann hevur lagt upp til 11 mál. Samantalt 32 málstig.
Tað verður ringt at ímynda sær, at komandi mótstøðuliðið hjá H71 fer at ganga við til at spæla báðar áttandapartsfinalurnar í Hoyvíkshøllini.