Svenski vinstriflokkurin Vänsterpartiet hevur vrakað eitt nýtt samstarvsuppskot frá Socialdemokraterna, Centerpartiet og Miljöpartiet. Flokkurin vil hava ráðharrasessir, men tað hevur Centerpartiet víst aftur.
Í einari kjakgrein í Expressen leggur Magdalena Andersson, forkvinna í Socialdemokraterna, fram eitt uppskot um, hvussu Vänsterpartiet kann stuðla einari stjórn við hinum trimum flokkunum. Hon skjýtur upp at seta á stovn ein innara samstarvsbólk á stjórnarskrivstovunum, har leiðararnir í øllum fýra flokkunum skulu hava sæti.
Sambært Andersson hevði skipanin givið Vänsterpartiet størri ávirkan á eina stjórn, enn nakar stuðulsflokkur áður hevur havt.
Ida Gabrielsson, næstforkvinna í Vänsterpartiet, svarar á X, at flokkurin takkar nei.
– Tað er hvørki uppbyggjandi ella álitisvekjandi at samráðast í kjakgreinum, skrivar Gabrielsson. Hon heldur fast við, at Vänsterpartiet skal hava ráðharrasessir.
Í uppskotinum fær Vänsterpartiet sína egnu skrivstovu í samskipanareindini hjá stjórnini og eina fíggjarlógarskrivstovu í fíggjarmálaráðnum. Flokkurin fær eisini boðið eina eind til samskifti á forsætisráðharraskrivstovuni.
Uppskotið gongur fleiri politiskum ynskjum hjá Vänsterpartiet á møti. Millum annað er ætlanin at endurskoða tannrøktina og seta revsirættarliga lágaldurin til 15 ár.
Í kjakgreinini biður Andersson eisini um umbering fyri, at hon áður skrivaði, at Vänsterpartiet skuldi haldast uttan fyri ávirkan. Hon sigur, at tað var virðisleyst mótvegis flokkinum og veljarum hansara.