Longu klokkan 14 byrjaði dysturin í Burn Mansdeildini í høllini á Hálsi Norður millum Neistan og KÍF.
Neistin vann 35-33 á KÍF. Í steðginum vóru neistamenn á odda 20-13. Eitt skiftið í seinna hálvleiki var Neistin á odda við 10 málum, men kollfirðingar megnaðu at bøta væl um úrslitið seinastu løtuna.
Toppskjútti hjá Neistanum við málum níggju málum var Rói Berg Hansen. Jákup Jørgensen, Bárður Dam og Björgvin Páll Rúnarsson vóru við sjey málum hvør toppskjúttar hjá KÍF.
Klokkan 16 byrjar dysturin í KÍ-høllini millum Team Klaksvík og EB, og klokkan 17 byrjar dysturin í høllini á Hálsi Suður millum Kyndil og StÍF.
Undan teimum báðum dystunum er støðan tann, at H71 er fremst við 18 stigum, og VÍF er næstfremst við 16 stigum. Neistin hevur 12 stig, Kyndil hevur 11 stig, og KÍF hevur 10 stig. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast í deildini við einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og KÍF:
-
©