info
Ongi úrslit

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd.

Eirikur Lindenskov
22. november 2026 kl. 14:30

– Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til.

Soleiðis skrivar Fríðálvur Jensen, sum í mong ár í starvi sínum á Brunatrygging fekst við ávaringar ímóti eldi. Hann sendir á hvørjum ári síni ráð um fyribyrging ímóti skaða av eldi, og soleiðis er eisini í ár:

– Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!)

  • Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.

  • Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.

  • Havið eitt brandteppi á høgligum stað.

  • Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.

  • Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.

  • Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.

  • Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.

  • Nýtið altíð eldfastar stakar.

  • Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.

GEVIÐ GÆTUR!!

  • Ansað VÆL eftir, at vatn ikki verður stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.

  • Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.

  • Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.

  • Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

FÝRVERK!!

  • Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.

  • Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.

  • Nýt trygdarbrillur!

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

9 minuttir síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

2 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

2 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

3 tímar síðan
Tíðindi

Lág sól blendaði bilførara

4 tímar síðan
Tíðindi

Finland útilokar ikki hernaðarligari last á russiskum skipi

5 tímar síðan
Tíðindi

Eldurin á Skála byrjaði í einum turkirúmi

5 tímar síðan
Tíðindi

Kavi á fjallarygginum millum Slovakia og Pólland

6 tímar síðan
Tíðindi

Kríggið kemur nærri og nærri Finnlandi

7 tímar síðan