Árliga gjaldið fyri parkeringsloyvi hjá íbúgvum í miðbýnum í Havn hækkar úr 780 krónum í 2026 í 1.780 krónur í 2027, íroknað MVG. Tað er ein hækking á 128 prosent. Umroknað til mánaðargjald fer prísurin úr 65 krónum upp í 148,33 krónur.
Príshækkingin er aftur komin fram á Facebook, har ein mynd vísir fráboðanir um rokningarnar fyri 2026 og 2027. Upphæddirnar samsvara við avgerðina, sum Tórshavnar býráð tók 17. september við átta atkvøðum fyri og fimm ímóti. In.fo umrøddi samtyktina dagin eftir. Tá vóru 174 slík loyvi virkin, sambært upplýsingum frá kommununi.
Prísurin fyri parkerinngsloyvi hjá fólki í miðbýnum í Havn er hækkaður í einum høggi úr 780 upp í 1.780 krónur
Loyvið er ætlað fólki, sum búgva í parkeringsøkinum í miðbýnum og hvørki kunnu parkera ella gera sær egið parkeringspláss við bústaðin. Eitt loyvi kann latast fyri hvønn bústað. Tað gevur rætt til at parkera í avmerktum básum í ávísum økjum, tá ein básur er tøkur.
Íbindingartaksturin tvífaldast
Í sama máli samtykti býráðið at hækka takstin, sum íbindingargjaldið fyri vatn og kloakk verður roknað eftir, úr 750 í 1.500 krónur fyri hvørja PE-eind. PE er eitt mát fyri vatnnýtslu og álag á kloakkskipanina. Nýggi taksturin verður brúktur fyri byggiloyvi, sum søkt verður um eftir 1. januar 2027.
Býráðið samtykti eisini eitt nýtt viðgerðargjald á 10.000 krónur fyri hvørja umsókn um byggiloyvi við fráviki, sum kemur inn eftir 1. januar 2027.