Í høllini á Hálsi Suður vann Kyndil í Burn Mansdeildini greiðan 37-29 sigur á StÍF. Strandingar vóru væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 20-20.
Gabriel Skeel Árnason var við sjey málum toppskjútti hjá Kyndli. Búi D. Poulsen var toppskjútti hjá StÍF, somuleiðis við sjey málum.
Í KÍ-høllini vann Team Klaksvík eisini greiðan sigur, 33-25 á EB. Men í steðginum vóru tað eiðismenn, ið vóru á odda 16-15.
Jónas Sólsker var við níggju málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Við sjey málum var Gilli Reginsson toppskjútti hjá EB.
H71 er fremst í deildini við 18 stigum. VÍF er nummar tvey við 16 stigum. Kyndil er nummar trý við 13 stigum. Neistin hevur 12 stig og KÍF hevur 10 stig. EB og Team Klaksvík hava fýra stig hvør. StÍF er aftast við bert einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dystunum Kyndil-StÍF og Team Klaksvík-EB:
-
©