Beinir Johannesen, løgmaður, vísti ónøgd og vónbrot um drálið at dagføra Helsingforsavtaluna, tá norðurlendsku stjórnarleiðararnir hittust í Helsingfors týsdagin.
Tað skrivar Norðurlandaráðið á heimasíðu síni.
Eisini grønlendski stjórnarleiðarin, Jens-Frederik Nielsen, fanst at, at arbeiðið hevur tikið so drúgva tíð. Báðir løgdu dent á týdningin av, at Føroyar og Grønland fáa møguleika at luttaka á jøvnum føti í norðurlendska samstarvinum.
Norðurlandaráðið samtykti longu á ársfundinum í Reykjavík í 2024 eitt tilmæli um at dagføra avtaluna.
Ein orsøk til drálið er sambært ráðnum, at løgfrøðiligu viðurskiftini hjá Álandi eru fløktari at greiða enn tey hjá Føroyum og Grønlandi. Harumframt er arbeiðið at endurnýggja sjálvstýrislógina hjá Álandi steðgað upp.
Finski forsætisráðharrin, Petteri Orpo, og stjórnarleiðarin á Álandi, Katrin Sjögren, søgdu tó, at málið er at loysa løgfrøðiligu spurningarnar skjótast gjørligt og vónandi fyri árslok.
Allir stjórnarleiðararnir á fundinum tóku undir við, at arbeiðið verður liðugt sum skjótast.
Kelda: Norðurlandaráðið.