info
Ongi úrslit
© Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix
Grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í práti við pólska forsætisráðharran, Donald Tusk.

Grønland um­hugs­ar sína lut­tøku í norð­ur­lendska sam­starvi­num

Grønlendski landsstýrisformaðurin vil hava gongd á arbeiðið at tryggja Grønlandi javnbjóðis luttøku í Norðurlondum.

Eirikur Lindenskov
30. oktober 2026 kl. 18:15

Grønland má umhugsa, um landið framhaldandi skal luttaka í arbeiðinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, um Helsingforsavtalan ikki skjótt verður dagførd.

Tað var boðskapurin frá Jens-Frederik Nielsen, grønlendskum stjórnarleiðara, á fundinum hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum í Helsingfors týsdagin.

Sambært Norðurlandaráðnum vísti hann ónøgd og vónbrot um, at arbeiðið at endurnýggja avtaluna dregur út.

Grønland og Føroyar vilja hava møguleika at luttaka á jøvnum føti í norðurlendska samstarvinum. Eisini Beinir Johannesen, løgmaður, fanst á fundinum at drálinum.

Norðurlandaráðið mælti í 2024 til at dagføra Helsingforsavtaluna. Arbeiðið er tó vorðið seinkað, millum annað tí løgfrøðiligir spurningar um støðuna hjá Álandi enn ikki eru loystir.

Allir norðurlendsku stjórnarleiðararnir tóku á fundinum undir við, at Føroyar, Grønland og Áland skulu fáa møguleika at luttaka á jøvnum føti.

Útsøgnin hjá Jens-Frederik Nielsen er ikki ein fráboðan um, at Grønland tekur seg úr samstarvinum, men um at landið má umhugsa sína luttøku, um eingin broyting kemur skjótt.

Kelda: Norðurlandaráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Foreldrabólkur fyri foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga

1 tími síðan
Ítróttur

Myndir: Small States of Europe Team Championship í badminton

1 tími síðan
Tíðindi

Tey rokast í Skúgvi í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri túrar á Sundaleiðini

2 tímar síðan
Tíðindi

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

3 tímar síðan
Tíðindi

Útgávutiltak: Nivinaja og Friðleys

3 tímar síðan
Tíðindi

Eingi bløð komin til landið

4 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan
Tíðindi

Allir partrolarar eru til fiskiskap

4 tímar síðan
Tíðindi

Hetta gera línuskipini í løtuni

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Mentan og list geva okkum lívsinnihald

5 tímar síðan
Tíðindi

Pávin hevur at­kvøtt á amerik­anska mið­skeiðs­valinum

5 tímar síðan