info
Ongi úrslit

Útgávutiltak: Nivinaja og Friðleys

Mikukvøldið 11. november klokkan 19 skipar Bókadeildin fyri útgávutiltaki í Reinsarínum við Nivinaja hjá Elini á Rógvi og Friðleys - Snjómánafólkið 2 hjá Ingun Christensen

Nanný J. Toftegaard
30. oktober 2026 kl. 15:15

Bókadeildin skrivar, at rithøvundasamrøður verða við Elina og Ingun. Bodil á Boðanesi, sum gjørdist nr. 3 í Sement 2026, syngur sangir úr Nivinaja og egnar sangir.

NIVINAJA er spennandi skaldsøga til børn uml. 10-13 ár, sum Elin á Rógvi hevur skrivað.
Um tú ikki kennir Naju, hugsar tú helst, at hon hevur tað gott, at hon er heppin. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt talent í svimjing og hevur nógvar vinir har. Men okkurt er galið inni í flottu húsunum.
Svimjivinirnir vita ikki, hvat Naja heldur loyniligt fyri teimum. Og okkurt er eisini, ið Naja ikki veit …
Hon kennir tað á sær, hon saknar uttan at vita, hvat tað er, henni leingist eftir. Men ein dag broytist alt. Naja finnur fyrsta leiðitráðin, ið førir hana á eina ferð inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum.
Paula Gaard, bókmentafrøðingur prátar við Elina um Nivinaja.

FRIÐLEYS. Snjómánafólkið er nýtt ungdómstríverk eftir Ingun Christensen. Fantasy-røðin gongur fyri seg í jarnøldini. Fyrsta bókin Rúnaspá kom í 2025, og nú er Friðleys, onnur bókin í røðini komin.
Í einari hvørvisjón sær 14 ára gamla Saga eina skjaldmoyggj við svørði og skjøldri. Saga hevur bara hitt hana eina ferð áður, men hon veit, at tær eru bundnar av blóði. Thyra Silfralitta doyði í tí stóra suðurlandskrígnum, og Saga lovar henni at føra beinagrindina heim aftur til Norðurlandið. Karis rúnulesari spáar, at ferðin verður vandamikil, og ræður Sagu til ikki at avdúka fyri nøkrum, hvør hon veruliga er.
Saga litar silvurlitta hárið, fjalir arrið í pannuni og ferðast einsamøll avstað saman við úlvinum Skinnhvíta. Hon ætlar sær í læru sum skjaldmoyggj hjá tí máttmiklu vølvuni í Vesturlandinum eins og Thyra. Hon má læra at brúka vápn, og hon má vera til reiðar at gera alt, sum skal til.
Vertirnir í poddvarpinum Ung lesa – Jóna Reinert Joensen, Olivia Reinert Joensen og Silja Aldudóttir práta við Ingun um bókina.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bøkurnar út.

Bøkurnar vera til sølu fyri serprís, og til ber at keypa sær okkurt heitt ella kalt at drekka í barrini.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

Í gjár kl. 07:44

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tey rokast í Skúgvi í dag

5 minuttir síðan
Tíðindi

Fleiri túrar á Sundaleiðini

6 minuttir síðan
Tíðindi

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

25 minuttir síðan
Tíðindi

Eingi bløð komin til landið

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Allir partrolarar eru til fiskiskap

1 tími síðan
Tíðindi

Hetta gera línuskipini í løtuni

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Mentan og list geva okkum lívsinnihald

2 tímar síðan
Tíðindi

Pávin hevur at­kvøtt á amerik­anska mið­skeiðs­valinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Bráðnar: Ungu Føroyar bjóða til bókaframløgu

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Veiðigjald og rettidig omhu

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

3 tímar síðan