Hini sum manna leiklistabólkin eru Camara Joof, úr Norra og Gambia, hon er leikskald, rithøvundur og framførur verkið. Hon hevur verið við at menna konsepti frá byrjan í 2018, saman við Ingrid Tranum Velásquez, úr Danmark sum er koreografur, dansari og listaleiðari.
Tróndur Bogason úr Føroyum, er tónaskald og hevur skrivað tónleikin til sýningina. Hann hevur verið við í verkætlanini síðani 2020.
Stina Aletta Aikio er úr Sámalandi í Finnlandi, hon er visuelt listafólk, og hevur skrivað tekstir til sýningina, síðani 2019.
Elisabeth Heilmann Blind úr Grønlandi er koreograf og dansari. Hon hevur verið við seinastu trý árini.
Mikkel Magnus Olsen úr Danmark tekur sær av ljóssniðinum.
Vit hittu listabólkin meðan tey hildu steðg í venjingunum.
- Hetta er eitt verk sum ferðast, og hvørjaferð vit fara eitt nýtt stað blívur hetta til eitt nýtt verk. Vit royna vit at gera eina samrøðu, ímillum okkum sjálvi, og við áskoðararnar. Onkuntíð eru áskoðararnir partur av sýningini, aðrar tíðir fylgja teir tí sum hendur, tað sigur Ingrid Tranum Velásquez, sum er listarliður leiðari.
Seinastu átta árini, hava tey framført í Grønlandi, Noregi, Sápmi í Svøríki, Finnlandi og Danmark.
Tað er ymiskt hvussu áskoðararnir uppliva sýningarnar.
- Vit eru møtt við nógvum hita, og forvitni, og áskoðarum sum hava verið ill, og onnur høvdu tørv á einum klemmi. Einaferð var ein mótmælisgonga, og tá noyddust vit at avlýsa. Tað hava verið sterkar kenslur á báðum síðum, sigur Camara Joof.
Av tí at tey framføra í ymiskum londum, og seta lokal viðurskifti á breddan, hevur tað týdning at hava eitt listafólk við, sum kemur úr landinum sum framført verður í. Onkuntíð hevur tað verið ein dansari, í Sámalandi var joik sangur, og nú tey vitja í Føroyum, er tað sjónleikarin Gunnvá Zachariasen sum er gestalistafólk.
Verkið snýr seg um kolonismu, og fólkini handan verkið siga, at Koloniala søgan í Norðurlondum hevur sett síni djúpu og pínufullu spor, við menniskjahandil tvørtur um heimspartar. Gunnvá Zachariasen væntar ikki at tvístøðirnar verða loystar, men sum listafólk kunnu tey seta spurningar.
- Føroyar hava eitt serligt samband við Danmark, og ríkisfelagsskapurin kemur beinanvegin í huga hjá mær. Eg eri fyri loysing, og eri vís í einum sjálvstøðugum Føroyum, men eg eri eisini stúrin, og tað er hetta sum eg komi við í framførsluni.
Tað er tó ikki uttan stúran, at Gunnvá Zachariasen ber sínar hugsanir fram á palli.
- Hvør er mín rødd? Tað havi eg hugsa nógv um. Vanliga eri eg sjónleikari, og tulki tekstirnar hjá øðrum, men hesaferð skal eg hava meg sjálva við, og tað krevur djúphugsan og hugleiðing, At byrja við var ivasom, tí tað kann vera trupult at tosa um hesi evnini. Hvussu vágar tú tær, sum listafólk at siga tína meining? Vanliga eri eg ikki aktivistur á tann hátt, og onnur eru nógv djarvari enn eg, men sum listafólk setur tú teg sjálva í brennidepilin, og tá noyðist tú at taka tey góðu og ringu tingini við.
Nógv er broytt síðani verkætlanin byrjaði í 2018, og nógvar avgerðandi hendingar hava verið hesi árini. Eitt nú Korona farsóttin, hóttanirnar hjá Trump ímóti Grønlandi, snyrilsmálið, og Black Lives Matter rørslan kom fram.
- Politiska kjakið, og tilvitið hjá fólki er broytt, og eg haldi at vit síggja at samfelagið er blivið meira tvíbýtt síðani 2018, sigur Camara Joof.
Júst tí heldur leikstjórin at tað hevur týdning at lokal listafólk eru við.
- Vit skulu hava fólk, sum kenna samfelagið innanífrá. Vit skulu ikki koma við eini lidnari vøru, sum vit ikki kunnu kjakast um.
Elisabeth Heilmann Blind heldur at tað hóskar framførsluni væl, at nýggj fólk koma, og onnur fara. Tí nýggjar tvístøðir koma allatíð.
- Hetta er ein fjakkara tilgongd. Eg kenni meg trygga at gera tað saman við nøkrum fólkum sum hava gjørt tað frá byrjan. Hetta er ein stabilur bólkur.
Gunnvá Zachariasen heldur eisini at framførslan er eitt trygt rúm hjá áskoðararunnum.
- Hetta eru tung evnir, sum pína nógv fólk, men eg eri boðin varliga við í framførsluna, og tí tori eg at tosa um hesi evnini.