- Leið 2 hjá Sundaleiðini hevur fingið tveir eyka túrar inn, og leið 1 og 2 koma framyvir at arbeiða betur saman.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
- Dagførda ferðaætlanin skal tryggja eina enn betri og meira liðiliga bussætlan fyri borgararnar í økinum.
Víst verður á, at Sundaleiðin er ein ókeypis tænasta til borgarar í kommununi.
- Sundaleiðin koyrir allar gerandisdagar frá klokkan 16.05 til 21.55 (leið 1) og 17.35 - 22.25 (leið 2).
Og steðgað verður í øllum bygdum á leiðini.
- Hetta gevur teimum ferðandi munandi fleiri møguleikar at ferðast millum bygdirnar seinnapartar og kvøld.
Lagt verður aftrat, at nýggja og dagførda ferðaætlanin fær gildiskomu mánadagin 2. november 2026.
Ferðaætlanin sæst um heimasíðuna - www.sunda.fo