info
Ongi úrslit

Betri prent­loysn­ir til før­oysk­ar fyri­tøk­ur – Nema og Kyo­cera í nýggj­um samstarvi

“Hjá Nema arbeiða vit hvønn dag fyri at gera arbeiðsdagin hjá føroyskum fyritøkum smidligari og meira effektivan” sigur Gudny Langgaard, stjóri á Nema, sum samstundis fegnast um, at Nema nú er einaveitari av Kyocera prentloysnum í Føroyum. “Hetta er eitt samstarv, sum vit hava stórar vónir til, og sum longu nú gevur okkum møguleika at bjóða okkara kundum enn betri loysnir.”

Lýsingargrein
24. november 2025 kl. 10:16

Haldførar prentloysnir til føroyskar fyritøkur

Kyocera er kent um allan heim fyri álitandi og haldførar prentmaskinur, sum eru gjørdar til arbeiðspláss, har nógv verður prentað og skannað gjøgnum dagin. Maskinurnar eru bygdar við staklutum, sum halda leingi, og hetta viðførir bæði minni burturkast og lægri rakstrarkostnað.

“Vit hava valt Kyocera, tí vit vilja bjóða kundum okkara prentloysnir, sum rigga hvønn dag og sum samstundis eru góðar fyri umhvørvið. Sum føroyskt umboð taka vit okkum av allari ráðgeving, sølu og tænastu. Okkara sølu- og tænastufólk eru longu útlærd og góðkend av Kyocera, so kundar okkara kunnu altíð vænta sær røttu vegleiðingina og hjálpina.”

Við hesum samstarvi bjóðar Nema prentloysnir, sum eru bæði einfaldar, álítandi og lagaðar til føroyskan gerandisdag – sama um talan er um eina lítla skrivstovu ella størri virksemi.

Myndin er ikki tøk

Kappingarførir byrjunarprísir

Nema hevur í løtuni góðar byrjunarprísir uppá Kyocera-printarar. Møguleiki verður eisini fyri at langleiga ávísar printarar fyri kappingarførar prísir og góðar treytir, um tørvur heldur er á tí.

Øll áhugað eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið á Smyrilsvegi 5 í Havn at síggja úrvalið og fáa eina betri kenslu av, hvussu Kyocera-loysnirnar hjá Nema kunnu rigga hjá tykkara fyritøku.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

18 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

38 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

45 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

4 tímar síðan