info
Ongi úrslit

120 nýggj goymslurúm kunnu nú leigast á Hjalla

- Øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn á okkara heimasíðu – www.goymsla.fo – og kunna seg nærri um teir møguleikar, sum her eru, sigur Peter Mouritsen, sum nú bjóðar privatum og vinnulívi goymslupláss á Hjalla

Vilmund Jacobsen
16. november 2025 kl. 10:38

Goymsla.fo er nýggj fyritøka hjá Peter Mouritsen, stjóra í Vøruhúsinum á Hjalla, og fyritøkan húsast eisini undir somu lon, sum Vøruhúsið. 
Nýggja fyritøkan, sum var klár at fara undir sítt nýggja virksemi tíðliga í summar, vendir sær bæði til privat húski og vinnulív. 
- Hjá okkum er pláss fyri øllum, sum tú hevur tørv á at goyma – í styttri ella longri tíðarskeið. Hjá flestu okkara henda nógvar broytingar gjøgnum lívið og orsøkirnar til, at tørvur verður á goymsluplássi, kunnu vera nógvar og ymiskar. 
Peter Mouritsen, stjóri, vísir á, at nýggju goymslumøguleikarnir, sum nú eru skaptir í Vøruhúsinum, gera tað møguligt hjá bæði privatum og vinnulívi skjótt og einfalt at leiga eitt goymslurúm - frá degi til dags. 
- Broytist tørvurin, er eisini ómakaleyst at skifta úr einum goymslurúmi í annað – antin tørvur er á einum minni ella størri rúmi. 
Stjórin vísir á, at goymslan er uppbygd í einstøk rúm, sum bert tú hevur atgongd til. 
- Rúmini eru í fleiri ymiskum støddum, sum soleiðis hóska til ein og hvønn tørv, og tí kanst tú trygt og lætt leiga tær eitt rúm til goymslu, sum júst hóskar til tín tørv.

Lásaskipanin
Peter Mouritsen sigur, at við framkomnari lásaskipan hava viðskiftafólk hjá Goymsla.fo atgongd til leigaða goymslurúmið allan dagin og hvønn dag – alt árið.
- Tú kanst eisini velja at fáa tínar vørur latnar beinleiðis til goymslurúmið við at geva tínum veitara atgongd til títt rúm við einum elektroniskum lykli.
Goymsla.fo hevur loysnirnar, bæði til privatfólk og vinnulív, sum hava tørv á eyka goymsluplássi.
- Rúmini, sum eru til leigu, eru heili 120 í tali - úr tveimum fermetrum og upp í 15 fermetrar. 
Peter Mouritsen vísir á, at tað eitt nú eru fólk ella fyritøkur, sum hava nethandil, men sum einki goymslupláss hava, og tá kann tað vera hent við einum slíkum møguleika, sum Goymsla.fo bjóðar.
- Talan kann eisini vera um privatfólk, sum flyta úr einum húsum – ella íbúð – í annað og hava brúk fyri at seta nøkur ting frá sær, meðan flytingin fer fram.
Hann sigur, at talan eisini kann vera um handverkarar, sum koyra kring um landið at arbeiða og sum kundu hugsað sær at sett nøkur amboð frá sær. 
- Ongum nýtist at binda seg leingi til goymslurúm, um tørvur ístaðin er á stutttíðarleigu, tí tú kanst altíð siga leiguna upp – mánað fyri mánað, sigur stjórin.

Tryggar umstøður
Í øllum goymslurúmunum er kamera, tjóvaríávaring og roykávaring, og eingin sleppur inn í rúmini í tímunum millum klokkan 22 á kvøldi til klokkan 06.30 um morgunin.
- Hetta er fyri at skapa ein tryggleika kring goymslurnar og fyri at tryggja øll, sum leiga sær goymsluhøli her hjá okkum, sigur Peter Mouritsen.
Hann leggur aftrat, at fleiri leigumál longu eru komin upp á pláss, men við tað, at talið av rúmum er so stórt, eru fleiri rúm tøk, og tað er bara at spyrja seg fyri.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn á okkara heimasíðu – www.goymsla.fo – og kunna seg nærri um teir møguleikar, sum her eru, sigur Peter Mouritsen.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvær grýl­ur ganga ígjøgn­um Eur­opa: komm­unism­an og fas­cisman

10 minuttir síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barna­ans­ing og kvinnu­heilsa á tingi í morgin

1 tími síðan
Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

1 tími síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

1 tími síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

3 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

3 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

4 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

4 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

5 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

5 tímar síðan