info
Ongi úrslit

Bjarni vil hava svar um skatt av vinningi frá húsasølu

Bjarni Kárason Petersen spyr, hvussu ofta TAKS hevur mett, at vinningur av sølu av fastogn er skattskyldigur. Hann vil eisini vita, um landsstýrið kann framskunda endurskoðanina, sum er ætlað í 2029.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 17:29

Hvussu ofta hevur TAKS mett, at eini hús ella ein íbúð vórðu keypt við tí endamáli at selja ognina aftur við vinningi? Tað vil Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hava greiðu á í einum skrivligum § 52a-fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Í fyrispurninginum vísir Bjarni Kárason Petersen á, at vinningur av sølu av fastogn vanliga er skattafríur. Sambært honum er eitt undantak í § 27 í skattalógini, tá ið ognin er keypt við tí endamáli at selja hana aftur við vinningi.

Vil hava tøl fyri tíggju ár

Løgtingsmaðurin spyr, hvussu nógvar sølur av húsum, íbúðum og aðrari fastogn hava verið í Føroyum seinastu tíggju árini, og í hvussu nógvum førum TAKS í sama tíðarskeiði hevur mett, at vinningurin var skattskyldigur eftir § 27.

Hann vil eisini vita, hvussu TAKS førir eftirlit við sølunum, og hvørji viðurskifti verða løgd til grund, tá ið TAKS metir um, hví ein ogn upprunaliga varð keypt.

Spyr, hví endurskoðanin bíðar til 2029

Bjarni Kárason Petersen vísir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur, meðan útboðið ikki fylgir við. Hann reisir spurningin, um skattaskipanin ger tað ov lokkandi at keypa hús sum íløgu. Tað kann eftir hansara meting trýsta prísirnar upp og gera tað truplari hjá fyrstuferðskeyparum at fáa fatur á einum bústaði.

Hann spyr tí, hví landsstýrið ætlar at bíða til 2029 við at endurskoða skattingina av fastogn við atliti til at tálma spekulatión, og um landsstýrismaðurin er sinnaður at framskunda arbeiðið.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Sanna áttati í dag

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Reyði Kross­ur let­ur nýggj­an og størri endur­nýtslu­handil upp í Havn

54 minuttir síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjórin á Sjónámi

2 tímar síðan
Tíðindi

Biskupur við nýggjari bók

2 tímar síðan
Tíðindi

Leki avdúkar ógvuslig russisk mannfall í Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

4 tímar síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

4 tímar síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

4 tímar síðan
Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

5 tímar síðan
Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

5 tímar síðan