info
Ongi úrslit
© Mynd av Mads Brügger: Jacob Ehrbahn/Ritzau Scanpix
Mads Brügger er bæði stjóri í Frihedsbrevet í Danmark og í føroysku deildini av Frihedsbrevet.

Íleggjarar lofta aftur Frihedsbrevet

Danska felagið aftan fyri Frihedsbrevet hevur fingið 6,5 milliónir krónur í nýggjum kapitali, og Niels Mortensen hevur økt um sín eigarapart, skrivar Ekstra Bladet. Føroyska dótturfelagið hevur havt 2,84 milliónir krónur í halli fyrstu trý roknskaparárini.

Eirikur Lindenskov
22. november 2026 kl. 23:45

Íleggjararnir í danska Frihedsbrevet hava aftur styrkt fíggjarstøðuna hjá miðlinum. Hesa ferð er kapitalhækkingin 6,5 milliónir krónur, skrivar Ekstra Bladet í mánadagsblaðnum við tilvísing til donsku vinnuskránna CVR.

Knappar 4,3 milliónir krónur eru goldnar inn, meðan skuld fyri knappar 2,3 milliónir er gjørd um til partabrøv. Sambært blaðnum hava eigararnir tilsamans sett meira enn 63 milliónir krónur í felagið, síðani miðilin varð stovnaður í 2021.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, hevur sambært Ekstra Bladet havt ein týðandi leiklut í kapitalhækkingini. Ígjøgnum NM Holding eigur hann nú meira enn fimm prosent av danska felagnum. Sambært útrokningum hjá blaðnum var eigaraparturin áður um 4,4 prosent. Blaðið upplýsir ikki, hvussu nógv NM Holding hevur sett í hesa ferð.Á síðu 2 í mánadagsútgávuni skrivar Ekstra Bladet um Frihedsbrevet. Einasti av vinnulívsmonnunum, sum er við til at bjarga Frihedsbrevet, sum er nevndur í greinini, er Niels Mortensen, stjóri í SMS

Føroyska felagið skyldar móðurfelagnum

Danska felagið, Mediehuset Friheden, eigur eisini føroyska Frihedsbrevet. Føroyska felagið hevur havt hall øll síni fyrstu trý roknskaparár. Hallið var samanlagt 2,84 milliónir krónur. Í 2024/25 var hallið 675.000 krónur, og við roknskaparlok var eginpeningurin 2,79 milliónir krónur í minusi.

Stórt sæð øll skuldin hjá føroyska felagnum er til móðurfelagið, stendur í ársfrásøgnini fyri 2024/25. Móðurfelagið hevði váttað, at skuldin fram til 30. september 2026 bara skuldi rindast, um føroyska felagið var ført fyri tí. Móðurfelagið var eisini sinnað at fíggja gjaldføristørvin fram til sama dag.

Leiðslan vísir í ársfrásøgnini á, at sølan hevur verið í framgongd, og at framhaldandi rakstur er treytaður av, at raksturin batnar.

Vil røkka 3.000 haldarum

Hóast føroyski parturin av Frihedsbrevet soleiðis verður rikin við stuðuli úr Danmark, har danska felagið tryggjar raksturin, hóast stóra halliið, leggur Frihedsbrevet.fo dent á at reka miðilin við haldarainntøkum, uttan lýsingarinntøkur og almennan miðlastuðul. Nú roynir miðilin at røkka 3.000 haldarum áðrenn 2. desember. Í átakinum Operatión3000 bjóðar Frihedsbrevet.fo nýggjum haldarum at gerast haldarar fyri hálvan prís í eitt hálvt ár.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

20. november kl. 00:20

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

19. november kl. 04:10

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Sætta tapið á rað hjá Bergsøy

23 minuttir síðan
Hondbóltur

GOG var fyri fyrsta tapinum - Skanderborg Aarhus vann

53 minuttir síðan
Hondbóltur

THW Kiel og Füchse Berlin vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Danmark vil senda russ­ar til út­ferðar­mið­støð í Ruanda

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Samuel tryggjaði Ried sigurin í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

Norsk fiskamóttøka á húsagang eftir løgregluátak

2 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Advokaturin í barnagarðinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Demokratarnir fáa størsta meirilutan í 34 ár

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag í dansifrøi

4 tímar síðan
Tíðindi

Burn: Kyndil og Team Klaksvík vunnu greiðar sigrar

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann 37-29 móti StíF

5 tímar síðan
Hondbóltur

H71 framdi stórt bragd - sendi Ostrovia úr European Cup

5 tímar síðan